Tað er stutt millum dystirnar í næstbestu fótbóltsdeildini. Mikukvøldið var 10. umfar, og longu seinnapartin í dag í góðum fótbóltslíndum kring alt landið, er 11. umfar á skránni.
Skála og FC Suðuroy liggja borð um borð í kappingini um uppflytingarpláss. Mikukvøldið taptu bæði liðini á útivølli FC Suðuroy ímóti TB og Skála ímóti B36. Klokkan 16 í dag bresta hesi bæði liðini saman á Vágseiði. Tá ið tey hittust á Skála í 2. umfari, sum var 23. mars, vann FC Suðuroy 2-1.
Síðstu ferðirnar hevur tað ikki gingið væl hjá oddaliðnum B68, sum mikukvøldið fyri fyrstu ferð legði rygg til tap, tá ið Víkingur sendi toftamenn úr Leirvík við 3-2 tapi. Í dag eigur B68 heimavøll ímóti B36, og tað kann fara at vísa seg at vera spennandi uppgerð. Seks tær seinastu ferðirnar er B36 farið av vøllinum við úrtøku, og nú er liðið á triðja plássi.
HB er á øðrum plássi og bara eitt stig aftanfyri B36. Tað er ikki komið fyri áður, at næstbesta liðið hjá einum felag hevur vunnið 1. deild. Gongdin higartil í ár bendir á, at soleiðis kann tað fara at verða í ár. Í dag eigur HB heimavøll ímóti Víkingi, sum mikukvøldið vann á oddaliðnum.
Mikukvøldið eydnaðist tað EB/Streymi, sum er næstniðast, at vinna eitt stig ímóti HB. Í dag skulu teir í Sundalagnum til Klaksvíkar. KÍ vann mikukvøldið trý týdningarmikil stig á Sandi. Um EB/Streymur ikki skal verða isolerað á niðurflytingarplássi, so er tað neyðugt at vinna úrtøku í Klaksvík í dag.
TB vann mikukvøldið søtan sigur á grannunum í FC Suðuroy. Í dag er næstbesta TB liðið á veg til Sands, har B71 bíðar. Hóast tað framvegis eru nógv stig eftir at spæla um, so fer tað at síggja ógvuliga svart út hjá sandoyingum, um tað ikki eydnast teimum at vinna úrtøku í dag.
1.deild
11. umfar í dag:
KÍ-EB/Streymur: Petur Reinert kl. 16.00
B68-B36: Kári J. Á Høvdanum kl. 15.00
HB-Víkingur: Eiler Rasmussen kl. 15.00
B71-TB: Súni Fríði Barbá: kl. 15.30
FC Suðuroy-Skála: Hallur Christiansen kl. 16.00
Støðan undan 11. umfari
B68 21 stig
HB 20 stig
B36 17 stig
Skála 16 stig
FC Suðuroy 16 stig
KÍ 13 stig
Víkingur 13 stig
TB 13 stig
EB/Streymur 7 stig
B71 5 stig