Tað stóð einki til hjá Lyngby í superligadystinum ímóti Randers um vikuskiftið. Randers legði seg á odda bæði 1-0 og 2-0, og tað var eisini støðan, tá ið tað restaðu 10 minuttir av dystinum. Men so gjørdi Lyngby ein ordans endaspurt og kláraði at javna til 2-2, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum. Føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst byrjaði á vøllinum, men hann varð skiftur út miðskeiðis í seinna hálvleiki.