Orkestrið er fullmannað symfoniorkestur, og spælararnir eru dúgligir áhugaleikarar og musikk- og konservatoriilesandi ungdómar í aldri frá 12 til 55 ár og miðalaldri upp á 23 ár.
Orkestrið hevur frá 1980 ment seg til at vera eitt av bestu amatørsymfoniorkestrunum í Danmark, og hevur seinastu árini við skiftandi dirigentum fingið støðugt nýggjan íblástur og nýggjar avbjóðingar.
Hendan ferðin til Føroya er ikki fyrsta ferðin uttanlands. Í 1987 voru tey í Eysturríki, 1991 og -93 vóru tey í Suðurfraklandi, spældu í 1995 í Paris, í 1996 í Norðuritalia og í fjør gjørdi tey konsertferð til Onglands.
Á skránni hevur Lynby-Taarbæk Symfoniorkster havt symfoniir hjá klassikarum sum Beethoven, Brahms, Buckner, Tschaikovsky og Dvorak og eisini nýggjari verk hjá t.d. Bartok, Sjostakovitjs og Stravinsky. Orkestrið hevur eisini lagt seg nógv eftir at spæla danskan symfoniskan tónleik, hevur spælt inn tónadisk við tónleiki hjá Horneman og N.W.Gade, og serliga nógv rós fekk orkestrið fyri sína framførslu av symfoniini Espansiva eftir Carl Nielsen á konsert herfyri.