Lýtt og umskiftiligt veður

Petur Skeel sigur frá hitalagið upp til til 13 stig komandi dagarnar

Veðrið: Veðurfrøðingurin hjá Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen boðar frá umskiftiligum og lýggjum veðri teir komandi dagarnar.

 

Í morgin boðar hann frá hvøssum vindi av útnyrðingi, stundum við regni. Petur Skeel Jacobsen boðar eisini frá hvøssum vindi mikudagin. Kortini verður lýtt komandi dagarnar, har tað í morgin verður heilt upp í 13 hitastig.

 

Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Petur Skeel Jacobsen hevur at siga um veðrið teir komandi dagarnar.