1958 var fyrsta árið, virðislønin varð latin, og heitið tá var Bókmentavirðisløn M .A. Jacobsens. Ein ella tvær virðislønir kundu verða latnar. Í 1972 varð Reglugerðin fyri Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens broytt, soleiðis at onnur virðislønin skuldi vera fyri fagurbókmentir og onnur fyri yrkisbókmentir.
Í 1985 varð reglugerðin aftur broytt. Nú bar til at lata tríggjar virðislønir fyri ávíkavist fagurbókmentir, yrkisbókmentir og mentanaravrik. Nevndin fekk heimild til okkurt árið ikki at lata onkra av virðislønunum.
Tórshavnar kommuna samtykti smávegis broytingar í 1996, m. a. er heitið nú Reglugerð fyri Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens.
Í nevndini fyri Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens eru fimm limir. Teir verða valdir fjórða hvørt ár, tá ið nýtt býráð er valt og skipað. Kommunan velur tríggjar limir, Fróðskaparsetrið ein og Rithøvundafelagið ein.
Í januar 2005 var ein nýggj nevnd sett. Tórshavnar kommuna valdi nýggjan lim, Rigmor Dam fyri Egon Hansen, Erling Isholm og Jákup Jacobsen eru afturvaldir.
Fyri Fróðskaparsetrið er Turið Sigurðardóttir afturvald, og fyri Rithøvundafelagið er Gunnar Hoydal afturvaldur.
Eingin formaður er í nevndini. Fastur skrivari er býarbókavørðurin, Anna Brimnes.
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs varð fyrstu ferð latin í 1976. Í nevndini fyri henni eru fimm limir. Nevndin verður vald av nýggjum eftir hvørt býráðsval.
Fastur limur er barnabókavørðurin á Býarbókasavninum í Tórshavn, Malan Hilmarsdóttir, skrivari, ein limur valdur fyri skúlabókavørðarnar í Tórshavnar kommunu, Hansina Huusgaard, tveir limir, valdir av Tórshavnar kommunu, Poulina Slættanes og Ann Elisabeth Joensen.
Formaðurin í mentamálanevnd Tórshavnar kommunu er fastur formaður í nevndini. Í hesum skeiðnum er tað Hildur Eyðunsdóttir.
Tvær virðislønir kunnu latast, men nevndin hevur eisini heimild til bert at lata eina ella onga, í ár verða tvær latnar.