Í dag verður kendi sangarin M. C. Restorff 70 ár.
M.C. Restorff hevur í fleiri áratíggju verið profilur í føroyska samfelagnum. Við sangi og tónleiki – á útgávum síðani 1971 – hevur hann ríkað føroyskt tónleikalív og givið gospelumhvørvinum lættar og fangandi tónar. Sum inngrógvin partur av Hotel Hafnia, ið familjan átti og rak í nógv ár, var hann við til at bjóða føroyingum og útlendingum, høgum og lágum, innivist og mat – eitt heim heimanífrá.
Umvegis útgávur hjá Nicodemusarsangbólkinum og egnar útgávar hevur M. C. Restorff givið føroyingum ein ríkan skatt av gospeltónleiki. M. C. var slóðbrótandi, tá ið hann fór at útgeva meira popputar gospelsangir, og sangirnir vórðu væl móttiknir og fagnaðir av breiðu føroysku fjøldini – eisini langt uttanfyri vanliga samkomulívið. Tað merktist ikki minst í hørðu kreppuárunum í 1990’unum, tá ið sangurin »Ein glotti fyri framman« varð stórur uggi hjá nógvum kroystum føroyingum og varð tráspældur í útvarpi.
Sangir sum »Føroyingar«, »Kvøða til pinkubarnið«, »Meistarans hond«, »Náðin frá tær«, »Lívið« og »Eigur tú ei vinir kendir« eru nakrir av mongu sangunum, sum hava ljómað millum føroyingar hesi hálvu øldina, síðani M. C. av fyrstan tíð fór at geva tónleik út.
– Líkamikið, um eg havi sungið sálmar ella meira modernaðar sangir, so er alt grundað á eina einfalda barnatrúgv, og tað er tað framvegis, segði M. C. Restorff í samrøðu við Sosialin fyri nøkrum árum síðani.
Miðlahúsið ynskir M. C. Restorff hjartaliga til lukku við teimum sjeyti.