Møguleiki fyri sólglottum í dag

Tað er at kalla eingin vindur í dag og soleiðis verður tað verandi komandi dagarnar, skrivar danska veðurstovan DMI. 

 

 

Í morgun er skíggjað og regn, men seinnapartin er møguleiki fyri, at tað klárnar og sólin sær. Í nátt og í morgin verður eisini skíggjað og regn, tó við møguleika fyri sólglottum. Í dag liggur hitin millum 2 til 7 stig alt samdøgrið. 

 

 

Sunnudagurin sær eisini hampiligur út, tí DMI boðar frá, at tað verður fyri tað mesta turt men skíggjað, og at vindur liggur millum 5 og 10 m/s og hitin millum 4 og 8 stig. 

 

Myndina eigur Ingi Sørensen.