Fótbóltur
Spádómurin hjá okkum um, at EB/Streymur fór at verða meistari á mikkjalsmessu, er gjørdur til skammar. Spenningurin er varðveittur, og nú verður tað ikki fyrrenn um tvær vikur og eftir at Eysturríki hevur vitjað, at svar fæst uppá, um tað fer at bera til at annað felag enn EB/Streymur verður meistari.
Í 2006 framdi HB bragdið at gera tað ómøguliga møguligt. Tá misti EB/Streymur FM heitið á stokkinum. Eftir at B36 við tíggju monnum í gjár vann málríku uppgerðina í Streymnesi, er møguleiki fyri, at annað av havnarfeløgunum fer at vinna FM heitið, sum tað síðani eina ferð tíðliga í summar hevur verið upplagt, at EB/Streymur fór at vinna.
Avgerðin er framvegis í hondunum á oddaliðnum. Um EB/Streymur annan sunnudag á útivølli megnar í minsta lagið javnleik ímóti nú niðurflutta Skála, so er FM heitið tryggjað. Um tað ikki eydnast á Skála, so verður nýggjur FM møguleiki um tríggjar vikur, tá ið HB fer at vitja við Margáir.
Tað kann væl vera, at havnarfeløgini annan sunnudag fara at spæla FM heitið upp í hendurnar á EB/Streymi. Tað gera tey, um lokaluppgerðin í Gundadali í 26. umfari endar við javnleiki.
Um HB fær fult ímóti B36, og um EB/Streymur einki fer at fáa burtur úr á Skála, so verður FM finala millum EB/Streym og HB í 27. umfari, og tá fer tað at bera illa til annað enn at rokna HB at verða FM favoritt.
Treytin fyri FM møguleikanum hjá B36 er, at B36 vinnur á HB og B68, at EB/Streymur einki fær burtur úr Skála vitjanini, og at HB í síðsta umfari fer at vinna í Streymnesi.
Einki er liðugt fyrrenn alt er liðugt, men tað skal valdast gummibein og sálarlig rangstøða, um tað ikki eydnast EB/Streymi at vinna eitt stig á Skála.
Eftir 25. umfar bendir alt á, at Víkingur er fokin í heiðursmerkjastríðnum. NSÍ er eisini við at detta niður ímillum, og Skála er flutt niður. Hvussu tað verður við seinna niðurflytingar plássinum er framvegis óvist, men B71 er favorittur at missa plássið í Formuladeildini.