Møðin hvarv eftir 10 minuttum

Orkuni bilti einki, tá føroysku hondbóltskvinnurnar í seinna hálvleiki runnu Estland niður og norð

Larnaca, Cypros: Tað tók eina løtu, áðrenn føroysku hondbóltskvinnurnar veruliga fingu fótin fyri seg í fyrsta dystinum í Challenge Trophy-kappingini á Cypros.

Undan dystinum var størsta óttin um, hvussu væl føroyska liðið var fyri, og fyrstu løtuna var ikki tað stóra, sum gjørdi hesum ótta fyri skommum.


Útvísingar munaðu

Estlendsku kvinnurnar fylgdu væl við teimum føroysku, sum tóktist nakað stirvnar og ikki minst nervøsar.

Tað kom tó væl við, at dómararnir, sum annars ikki eru í nøkrum serligum toppflokki, høvdu nógvar fingrar at gera gott við. Og tá Estland í fimm minuttir spældi í støðugum undirtali, fingu okkara kvinnur veruliga ferð á. Verjan stóð alt sterkari, og spakuliga komu álopini eisini ígongd.

Undan kappingini varð Estland mett sum harðasta mótstøðuliðið hjá Føroyum í royndini at vinna seg fram til hálvfinaluna. Og tá føroyska liðið aftur misti tempo undan steðginum, kom Estland aftur í aftur.

Okkara høvdu annars við góðum spæli vunnið seg upp á 14-7, men við fýra málum á rað undan steðginum ikki bara minkaðu tær estlendsku um munin. Men tær fingu aftur tankarnar fram um, at føroysku kvinnurnar als ikki høvdu orku til nakað, sum líktist skjótum hondbólti í samfullar 60 minuttir.


Verjan kom ígongd

Hetta vísti seg tó als ikki at halda. Frá fyrsta bríksli í seinna hálvleiki var talan um eina føroyska verju, sum veruliga stóð á tærnum.

Nærum líkamikið, hvussu estlendsku spælararnir royndu at bróta ígjøgnum, so vórðu tær steðgaðar. Oftast máttu tær enda álopini við at skjóta upp á 70% møguleikar, og so var tað matur fyri Fríðu Petersen í málinum og Unn Kragesteen á veinginum at revsa – og revsa hart.

Sjálvsálitið kom veruliga í topp, og hóast spælararnir sluppu at rotera hampuliga nógv, so tóktist hetta als ikki darvað føroyska spælinum.

At sigurin at enda gjørdist so ovurhonds stórur, hevði sjálvandi fyrst og fremst sína orsøk í føroyska spælinum. Men tað gjørdi ikki uppgávuna truplari, at estlendska orkan als ikki var til harðar gjøgnumbrotsroyndir og drúgvar retur-renningar. Og tá bæði Fríða og Tomma Petersen mest sum læstu fyri mongu brotskøstunum, gjørdist uppgávan hjá Estlandi bara tað truplari


Joan varð spard

Joan Midjord Djordjevic er framvegis einasti ivasami spælarin hjá Føroyum, men hon stóð til reiðar at fara á vøllin, skuldi hetta verið neyðugt. Við góðum spæli frá Fríðu Marjunardóttir á miðjuni og frá føroyska liðnum sum heild gjørdist hetta tó ongan tíð neyðugt, og tí fær fóturin í øllum førum 24 tíma hvíld meira.

Ístaðin valdu venjararnir at lata ein av teimum trimum høgru bakkunum sita yvir, og tann luturin fall hesa ferð á Simonu Hansen.

Undan kappingini var fatanin helst, at dysturin í dag móti Stórabretlandi kuni nýtast til at spara tær, sum høvdu onkrar snuddir at dragast við, men tað er so als ikki víst. Talan er í dag um eitt heilt annað bretskt lið enn tað, sum varð hølvað ígjøgnum fyri tveimum árum síðani. Og við fleiri spælarum, sum royna seg í triðju bestu donsku deildini, er hetta nú liðið, sum verður størsta forðingin í royndunum at vinna bólkaspælið.


Fakta um dystin

Føroyar-Estland 32-17 (14-11)

10 min: 5-5

20 min: 10-6

40 min: 21-13

50 min: 25-16

Føroyar: Unn Kragesteen 11, Fríða Marjunardóttir 6(2/2), Rakul Augustinussen 5(4/5), Ninna K. Johansen 4, Durita Christoffersen 2,Rebekka Justinussen 1, Anna Kristina Samson 1, Anja Heinadóttir 1, Durita Ljósstein 1, Fríða Petersen, Una Olsen, Tomma Petersen, Elin Staksund

Brotskøst: Føroyar 7/6, Cypros 10/4

Útvísingar: Føroyar 4 (Una Olsen 3, Anja Heinadóttir 1), Cypros 7