Móðir og dóttir á sama liði

KVINNUR: 37 ára gamla Bára S. Klakstein og 15 ára gamla dóttir hennara, Eyðvør Klakstein, vóru báðar á liðnum hjá KÍ, sum vann 2-0 á Skála um vikuskiftið.
Tað er sjáldsamt, at fótbólturin sær móðir og dóttir á sama liði, men tað varð veruleikið á Skála.
Eyðvør Klakstein fylti 15 ár sama dag og hevði tí møguleika at spæla við besta liðnum hjá KÍ.
Bára Klakstein hevur spælt 196 dystir fyri KÍ og skotið 48 mál seinastu 18 árini.
Tað er kvinnufotbolt.com, sum ber tíðindini.