Mýkja vøddar í bakarovninum hjá Palle Bager

Ergo- og Hjálpartól hava nú latið upp í nýggjum hølum í gamla bakarínum hjá Conrad Skaale og Palle Bager

Ergo- og Hjálpartól er latið upp í nýggjum hølum í J. C. Svabosgøtu 6. Talan er um gamla bakaríið hjá Conrad Skaale, fyrr hjá Palle Bager.
Síðani 1974, tá Conrad Skaale doyði, lat bakaríið aftur, og hava hølini stórt sæð staðið tóm síðani.
Eftir at ognin bleiv lýst til sølu, var stórur áhugi at keypa ognina. Hesin áhugin fall tó nakað, tá Tórshavnar Býráð kunngjørdi at kommunan ætlaði at keypa ognina, og brúka hana í samband við Ellisheimi, í er nærmasti granni.
 Kunngerðin hjá kommununi hevði nakað av blaðskriving við sær, m.a. vísti vínnulívið á, at ognin var sera væl egna til handilshølið, meðan onkur býráðslimur segði, at frí kapping er á økinum, og hann sum vildi hava ognina, skuldi bara koma við hægsta boði, sigur Beinta Lassen, ergoterapeutur, sum og stjóri í Ergo- og Hjálpartól.
Ognin varð seld til hæstbjóðandi, sum var Sp/f Ergo & Hjálpartól, sum síðani hava arbeitt við at umvæla húsini.
Eitt nú hava tey valt at varðveita vakra gamla bakaraovnin, og stendur hann nú sum eitt prýði í handilshølunum.
Ovnurin har breyð, køkur og jóladunnur vóru bakaðar fyrr, er nú ístaðin fyri at baka farin at elta, hann eltir ikki breyð, men eltir vøddar. Ovnurin innan er gjørdur til eitt »Relax Room«, har fýra av heimsins mest framkomnu massagustólum standa.
Umframt handilin húsast viðgerðastova við ergoterapi, sansarúm, relax room og á fyrstu hædd er fundar/undirvísingarhøli.
Handilin lat upp 1. oktober, og í sambandi við upplatingina hava tey móttøku í morgin, fríggjadagin 7. oktober, har øll eru vælkomin.