Málhetjan rósar verjuni hjá NSÍ

(Frá Rás2) Tvímálsskjúttin hjá NSÍ velur at fokusera uppá avrikið hjá verjuni og málverjanum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Árna Frederiksberg hjá NSÍ, sum skoraði til bæði 2-0 og 3-0, tá NSÍ vann 3-0 á KÌ í tí seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið, og harvið ein samlaðan 5-2 hálvfinalusigur.

 

Hóast sín egna, greiða leiklut í sigrinum vil Árni Frederiksberg heldur framhevja verjuna og málverjan hjá NSÍ, Símun Rógva Hansen, sum Árni Frederiksberg heldur áttu sín avgjørda leiklut í, at NSÍ vann 3-0 á KÍ í dag.

 

Árni Frederiksberg hevur ring minnir um seinastu steypafinaluna hann var partur av. Í 2015 tapti NSÍ 0-3 ímóti Víkingi, og tá fekk Árni reyða kortið tá bert 38 minuttir vóru farnir av dystinum. Nú vónar tvímálsskjúttin at gera tað væl betur til steypafinaluna, sum verður á Tórsvølli, leygardagin 26. august.

 

Árni Frederiksberg staðfestir, at NSÍ setti eina nýggja kós í 2012, og hann gleðist um, at arbeiðið hjá felagnum ber frukt, og NSÍ er at finna har sum tað er stuttligt at verða.