Krígsbrotsmannadómstólurin fyri gamla Jugoslavia hevur útsett rættarmálið ímóti fyrrverandi bosniaserbiska generalinum Ratko Mladic orsakað av einum formligum mistaki. Tað kunngjørdi rættarformaðurin Alphons Orie í dag.
Rættarmálið byrjaði í gjár, tá tann 70 ára gamli Mladic formliga bleiv ákærdur fyri krígsbrotsverk í borgarakrígnum í Bosnia í nítiárunum. Hann er ákærdur fyri fólkamorð, krígsbrotsverk og brotsverk ímóti mannaættini. Millum tær einstøku ákærurnar er hópdrápið í bosniska býnum Screbrenica á sumri í 1995, har hermenn undir hansara leiðslu myrdu næstan 8.000 muslimskar kenn og dreingir.
Ratko Mladic hevur víst øllum ákærunum aftur. Verður hann dømdur sekur, kann hann vænta at fáa lívlanga fongsulsrevsing.
Í einum øðrum kliva í Haag situr fyrrverandi politiski leiðarin hjá teimum bosnisku serbunum, Radovan Karadzic. Hann er eisini ákærdur fyri krígsbrotsverk og kann eisini vænta sær lívlanga fongsulsrevsing, verður hann dømdur sekur.
Borgarakríggið í Bosnia vardi frá 1992 til 1995. Umleið 100.000 fólk doyðu, og 2,2 milliónir fólk noyddust at flýggja frá húsi og heimi.