B36 vann góðan 2-0 sigur á NSÍ við Løkin í Runavík í dag. Við sigrinum vann árstalsfelagið seg upp á annað plássið.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr frásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen av báðum málunum, ið Hugin Samuelsen og Kaimar Saag skoraðu fyri B36.
2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Hugin Samuelsen, ið skoraði fyrra málið fyri B36.
Tað serliga í dag var, at báðir tvíburðarnir, Hugin og Gilli Samuelsen skoraðu mál í Betrideildini í dag. Hugin legði B36 á odda 1-0 í Runavík, og Gilli skoraði málið hjá 07 Vestur, tá 07 Vestur tapti 1-2 ímóti Skála á útivølli.
Hugin Samuelsen viðgongur, at tað verður torført at kappast við bróðurin Gilla, ið er komin væl frá byrjan við fimm málum fyri 07 Vestur. Hugin Samuelsen vónar, at tvíburðarnir skjótt eru at finna á liði saman í B36.
Samrøðan Hilmar Jan Hansen hevði við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg hoyrist HER
Samrøðan Hilmar Jan Hansen hevði við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Sámal Erik Hentze hoyrist HER