Málleyst í týdningsleysum dysti

Fótbóltur: Einki stóð upp á spæl við Løkin í Runavík leygardagin, har NSÍ og B36 hittust. Hetta sást til tíðir, og megnaðu hvørki av liðunum at fáa mál. 0-0-javnleikurin broytir einki.

At kalla einasti týdningsleysi dysturin hetta næstseinasta umfarið í Effodeildini var í Runavík, har NSÍ í góðveðri tók ímóti B36. B36 hevði endað á sætta plássi óansæð hvussu dysturin endaði, og tað sama hevði NSÍ á sjeynda plássi.
NSÍ-liðið var væl fyri til dystin, og var tað einans Helgi L. Petersen, sum sat uttanfyri. Hjá B36 stóð verri til. Høgri og vinstri bakkur, Høgni Eysturoy og Símun Joensen, sótu uttanfyri við skaða og leikbanni, meðan Rasmus Dan Sørensen, Patrick Larsen og Jákup Højgaard eru uttanlands við U19-landsliðnum.
Hetta gav eitt nú debut til 19 ára gamla Robert Heðin Brockie, sum hevur verið partur av næstbesta liðnum.

NSÍ kundi avgjørt
Tað, at bæði høgri og vinstri bakkur hjá B36 sótu uttanfyri, lat dyrnar upp fyri vongspælinum hjá NSÍ, sum alt kappingarárið hevur verið í betringi og í løtuni er eitt hitt besta í landinum. Tað sást púra greitt, og hevði tað ikki verið fyri teimum báðum miðverjuleikarunum, har eitt nú Robert Heðin Brockie ósmæðin spældi sera væl, hevði NSÍ verið á odda tíðliga í dystinum.
Tað vóru bara fimm minuttir farnir, tá ið Meinhardt Joensen í B36-málinum mátti vísa eina stórbjarging fyri at steðga einum stútara, sum Klæmint A. Olsen royndi seg við.
Síðani gekk skjótt. Álop fyri og annað eftir skolaðu yvir B36-málið. Debes Danielsen fekk stutt eftir góðan møguleika eftir verjukiks, løtu seinni aftur Debes Danielsen eftir innlegg og stutt fyri leiklok gjørdist Jann Martin Mortensen púra leysur, men Meinhard Joensen bjargaði.
Nógvu møguleikarnir hjá NSÍ stóðust av at B36 ikki megnaði at halda upp á bóltin, og tá ið NSÍ fekk bóltin, gekk sera skjótt fram eftir vøllinum. B36 spældi seg ikki fram til ein upplagdan møguleika í fyrra hálvleiki, og vóru teir hepnir, at støðan í hálvleikinum var 0-0.

B36 fekk møguleikan
Frá byrjan í seinna hálvleiki var tað framvegis NSÍ, sum hevði bóltin mest, men nú hevði B36 fingið skipað seg nakað betur í verjupartinum, og høvdu heimamenninir verri við at spæla seg ígjøgnum. Spælið hjá B36, eins og støðan hevur verið í so at siga alt ár, bar ikki brá av meistaraspæli, og gjørdi hetta ikki uppgávuna hjá NSÍ trupla.
Tá ið ein tími var leiktur, slapp B36 meiri við í dystin, og tóktist tað eins og NSÍ-leikararnir ikki høvdu neyðugu orkuna eftir til at framhaldandi skapa dystin. NSÍ hevði ikki nakran upplagdan møguleika í seinna hálvleiki, men hinvegin hevði B36 tveir rímiliga stórar málmøguleikar at avgera dystin. 20 minuttir fyri leiklok rakti Bárður Olsen á tvørtræið, og í yvirtíðini var Robert Heðin Brockie um at fáa skot á ein leysan bólt í feltinum, men hetta miseydnaðist.
Ímóti dystarenda fekk málverjin hjá NSÍ, Kristian Joensen, beinleiðis reytt kort fyri at á sjónligan hátt gera vart við sína misnøgd ímóti dómaranum, eftir at hann var órógvaður at sparka bóltin út í spæl.
B36 og NSÍ, sum bæði eru í ongamannalandi í Effodeildini, samdust um ein 0-0-javnleik, og var hetta helst eitt rættvíst úrslit, hóast NSÍ serliga í fyrra hálvleiki var betri liðið.