Málmaður til HB

P/F Havnar Fótbóltur boðar í tíðindaskrivi í dag, at sáttmáli er gjørdu við ungan málmann, sum seinastu trý árini hevur spælt við danska OB. Talan er um 18-ára gamla Teitur Matras Gestsson, sum er klaksvíksingur. Hann hevur seinastu tíðina vart málið hjá U/19 liðnum hjá OB. Hann hevur spælt á fleiri av føroysku U-landsliðnum og eri longu byrjaður at venja við besta liðnum hjá HB.

 

HB hevur í løtuni eisini Marcin Dawid og Heðin Stenberg á lønarlistanum. Sáttmálin er galdandi fyri tvey og eitt hálvt ár.