Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle hava bara fingið fýra stig á útivølli hetta kappingarárið, og tey hagtølini blivu ikki frægari sunnudagin.
Viljormur Davidsen spældi allan dystin tá Vejle á útivølli tapti 1-2 ímóti Esbjerg. Tó hevði Vejle ein góðan javnleik í pottinum tá vanliga leiktíðin var farin, men so gjørdi málverjin, Thomas Hagelskjær ein ófatuligan brølara. Hann legði bóltin fyri at sparka hann fram á vøllin, men hann sá ikki, at Joni Kauko var staddur beint hjá Honum. Joni Kauko fangaði bóltin og sendi hann í málið til 2-1 til Esbjerg, og so bleiv tað enn ein mundi og kundi dystur hjá Vejle.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddar- og læddarpunktini frá dystinum.
Esbjerg – Vejle 2-1 (0-0)
59. 0-1 Allan Sousa (brotsspark)
70. 1-1 Yuriy Yakovenko
90. 2-1 Joni Kauko