(Sarajevo): Tað eru Fríða Petersen (Neistin), Erla Zachariassen (Neistin) og Tomma Petersen (VÍF), sum ber gulu føroysku málverjabúnarnir í Challenge Trophy-kappingini í Bosnia.
Talan hevur alla ferðina verið um knallharða kapping millum tær tríggjar. Ein kapping, sum sjálvandi er sunn fyri liðið, men vandin fyri vónbrotum er eisini stórur, tá venjararnir støðugt noyðast at velja eina av teimum frá, hóast eingin teirra á nakran hátt hevur spælt seg av liðnum.
Í hálvfinaluni móti Cypros leygardagin var tað Tomma Petersen úr VÍF, sum vardi málið størsta partin av dystinum, og tað er ein støða, sum hon ikki hevur kent so nógv til her á ferðini. Men hóast avmarkaða spælitíð, so legði Tomma sjálv stóran dent á, at tær tríggjar bara síggja við positivum eygum upp á kappingina um plássið.
Sjálv havi eg havt ein lítlan skaða at dragast við, og tað hevur verið fremsta orsøkin til, at eg havi spælt somikið lítið higartil. Eg visti eisini av, at eg fór at fáa møguleikan í dag (leygardagin, blðm.), og so mást tú bara taka av hesum møguleika. Og so leggi eg heldur ikki so nógv í, at eg sat yvir onkran dyst í bólkaspælinum, tí teir høvdu vit vunnið, áðrenn vit fóru á vøllin. So á tann hátt var talan um nógv betri avbjóðing.
Stuða málverjanum
Men kann tað ikki skapa spenningar, tá venjararnir støðugt mugu velja eina av tykkum frá, hóast hendan avgjørt hevur prógvað sítt virði fyri liðið?
Jú, avgjørt. Men soleiðis hevur tað verið alla tíðina. Eisini í Italia, har eg bara var við í einum av fimm dystum. Tað var einki serliga stuttligt, men soleiðis er tað bara, og soleiðis er tað fyri allar á liðnum.
Og ger tað ikki eisini, at tit eru meira tendraðar, hvørja ferð tit fáa møguleikan at byrja inni?
Sjálvandi, men tað kann eisini virka øvugt. Tí vandi kann vera fyri, at tankarnir vera meira fokuseraðir um mistøk, sum verða gjørd, heldur um positvu lutirnar í spælinum. Og tá kann ganga galið, sigur Tomma, áðrenn hon leggur afturat, at tær allar royna at stuðla tí, sum stendur í málinum. Eisini hóast hetta kann merkja pláss á beinkinum í næsta dystinum.
Kappingin okkara millum er bara positiv. Vit tríggjar hava eisini kamar saman her á hotellinum, og bæði millum og undir dystunum tosa vit saman og royna at stuðla hvørjari aðrari. Bæði við at repetera skotstyrkina hjá mótstøðuni, eins og vit í dystunum vegleiða um, hvat roknast kann við.
Og soleiðis bæði eigur og má tað vera. Vit eru her saman sum eitt lið, og tí mugu vit allar standa saman, um best møguliga úrslitið skal røkkast. Eisini hóast tað so kostar ein túr á beinkin av og á, ljóða avgjørdu boðini frá Tommu.