Málnýtslan kúgar kvinnur

Kvinnur kenna seg illa til passar í føroyska málinum, sigur Kirsti Dee Hensen í sínari doktararitgerð, sum hon skal verja 3. mai. Kvinnur kenna seg ikki aftur í málinum, og tann veruleikin, sum málið skapar, svarar ikki til tann veruleikan, tær liva í.

Tvídrátturin millum kynini er størri í Føroyum enn í nógvum øðrum londum. Í øllum førum, tá tað ræður um mállæru.
Hetta er evni í doktararitgerð, sum málfrøðingurin Kirsti Dee Hansen (áður Kirsten Didriksen) skal verja á lærda háskúlanum í Gøteborg tann 3. mai 2003.
Kirsti Dee Hansen er serfrøðingur í norðurlendskum máli. Føroyskt er eitt norðurlendskt mál, sum hevur varðveitt nógv av teimum upprunaligu sermerkjum, ið áður eyðkendu øll norðurlendsku málini, men sum partvíst eru burturblivin í teimum modernaðu skandinavisku málunum. Eitt nú eru føroysku navnorðini at finna í kall-, kvenn- og hvørkikyni.
Hetta er rótin til ein málsligan tvídrátt millum kynini. Ein tvídrátt millum mállæru og kyn. Eitt dømi er orðið lærari, sum verður brúkt um bæði kvinnur og menn. Tá víst verður til kvinnu, verður lærarin ummæltur sum »hon«, hóast talan er um kallkynsorð. Í føroyskum sæst eisini, at kallkyn verður nógv nýtt, tá tosað verður um bæði kyn. Serliga tá menn tosa.
Hendan tvídrátt hevur Kirsti Dee Hansen granskað, og burturúr er komin ein doktararitgerð, ið telur 412 síður.

Kynsleyst kallkyn
Heitið á doktararitgerðini er »Brugen av maskulinum i færøsk«. Sum tittulin sigur, hevur Kirsti Dee Hansen kannað, hvussu kallkyn verður brúkt í føroyskum, og hvussu kallkyn verður fatað millum fólk; menn og kvinnur.
Málnevndin segði í 1998, at kallkynsformurin í mongum førum er kynsóbundin. Dømi um hetta kann verða landsstýrismaður. Var Annlis Bjarkhamar landsstýrismaður? Í føroyskum máli og lógarverki er hon landsstýrismaður og ikki -kvinna.
Kirsti Dee Hansen setir spurnartekn við, um tað er serliga kynsóbundið at brúka kallkyn um kvinnur í størvum, sum hava kallkynsheiti.
Fyri at kortleggja fatanina av kallkyni varð gjørd ein drúgv kanning, har 162 fólk vóru spurd um teirra hugsan. Úrslitið, sum hon kemur fram til, sáar iva um útsøgnina hjá Málnevndini.

Munur á
Kanningin vísir týðiliga, at menn fata kallkyn sum knýtt at monnum. Tað vil siga, at tá menn úttala seg í kallkyni, so eru kvinnurnar stórt sæð ikki umboðaðar í teirra hugsan.
? Tað er helst mest yvirraskandi og skelkandi úrslitið av kanningini, sigur Kirsti Dee Hansen. Hinvegin uppliva umleið 30 % av kvinnunum, at tey eru umtalað. Sostatt kann ivi sáast um pástandin hjá Málnevndini.
Kirsti Dee Hansen sigur, at kallkynið kann setast inn í ein samfelagsligan samanhang. Tess meiri kynsóbundið eitt starvsheitið er, tess lægri status hevur starvið. Og øvugt. Tess meiri tað var knýtt at monnum, tess hægri status hevði tað. Sum dømi um hetta nevnir hon pedagog og prest. Tað fellur fólkum skeivt at siga »hann« um pedagogar, tí flestu pedagogar eru kvinnur, meðan tað ongin trupulleiki er við presti, tí flestu prestar eru menn.

Niðurgjørdar
Kvinnur kenna seg illa til passar í føroyska málinum, er niðurstøðan hjá Kirsti Dee Hansen. Tær kenna seg ikki aftur í málinum, og tann veruleikin, sum málið skapar, svarar ikki til tann veruleikan, tær liva í.
Við øðrum orðum svarar veruleikin í málinum til ein gamlan veruleika, har menninir ráddu fyri borgum. Og tað vilja kvinnur ikki longur finna seg í.
? Kvinnan vil ikki longur konstruerast inn í eina traditión, ið niðurger hana, ger hana ósjónliga og setir hana sum nummar tvey eftir mannin, sum verður hálovaður og settur fram sum tað, ið er vert at stremba eftir, sigur Kirsti Dee Hansen.