Í ár taka KFUM-skótarnir við Løkin uppaftur táttin og hava árligu málningaframsýningina á Páskum í Runavík. Framsýningin verður fyrsta- og annan páskadag frá klokkan 15 til 20 báðar dagarnar í skúlanum við Løkin í Runavík.
Høvið verður at síggja málningar hjá fleiri av okkara kendu og minni kendu listafólkum. Eisini verða fleiri listafólk við, sum hava málningalist sum ítriv. Málið er at fevna um so nógvar ymiskar stílar av málningalist sum gjørligt.
Høvið verur at ogna sær málningar. Atgongumerkið verður eisini ein lutaseðil uppá ein málning.
Áhugaðir luttakara skulu venda sær til :
Rodmundur Nilsen. 217628
Adrian Dalsá. 282801
Harry Knudsen. 549544