4 pers
400 g laksaflak
1 pk av spinati
2 spk av smøri
2 spk av søtum sinnopi
2 dl av róma
2 tsk av piparrót
salt/pipar
Kroyst vætuna úr spinatinum og breið tað út í eitt eldfast fat. Stroy salt á spinatið og breið smørið omaná.
Gníggja laksin við salti og pipari og legg laksin oman á spinati.
Set fatið inn í ovnin í 10 minuttir á 225 stig.
Blanda síðani róma, sinnop og piparrót. Tak fatið úr ovninum og koyr rómablandingina omanyvir. Set fatið innaftur í 10-15 minuttir.
Afturvið frískt bandpasta