- Andrias, ein teldubók, hvat er tað?
Ein teldubók er ein bók, ið er umgjørd, ella skrivað til teldu, eitt forrit sum vísur síður, eina síðu, ella fleiri í senn.
- Hevur tú sæð sovorðnar fyrr, teldubøkur altso?
Hetta er tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Aðrar bøkur eru gjørdar uttanlands, kanska ikki akkurát í hendan stílin, men líknandi.
- Tillukku við tí. Men hvussu kom henda fyrsta útgávan í lag?
Tað byrjaði við, at eg keypti eitt forrit at gera forrit við fyri eini trimum árum síðani. Síðani spældi eg mær við hesum forriti eina tíð og fekk so hugskotið at gera eina bók burturúr. Eina teldubók. Støðið skuldi verða bókin ?Stjørnan hjá Lauru?, ið er týdd úr týskum til føroyskt, og givin út á Bókadeildini hjá Føroya Lærarafelag.
Eg gjørdi hesa teldubókina til mína yngstu dóttir, ið nú er 6 ár. Henni dámdi væl hesa søguna, og onnur børn í familjuni vóru eisini hugtikin av hesum mátanum at hoyra søgur uppá. Fleiri av mínum vinfólkum spurdu meg, hví eg ikki fór víðari við teldubókini og vísti onkrum øðrum hana. Kanska hon so verður givin út, hildu tey fyri.
Eftir langa tíð, so hugsaði eg, okay, lat meg royna. Eg fái so ikki meira enn eitt nei.
Eg ringdi til Bókadeildina og segði við leiðaran, Niels Jákup Thomsen, at eg hevði gjørt eina bók hjá teimum um til teldubók og spurdi, um tey vóru áhugaði at síggja hana. Tey blivu sera hugtikin av bókini og sendu hana alt fyri eitt til Týsklands, har hon upprunaliga kemur frá, fyri at fáa loyvi at geva bókina út í Føroyum í hesum líki. Sum teldubók.
Svar kom aftur úr Týsklandi, at tey sjálvi ætlaðu at geva hana út sum teldubók. So tíanverri kundu vit ikki fáa loyvi til útgávu. Niels Jákup vildi tó ikki sleppa hugskotinum at geva eina føroyskt framleidda teldubók út, og vísur mær so fýra smábarnabøkur við felagsheitinum ?Lítli Reyði Bilur? og spyr meg: ?Hvat kanst tú gera við hesar bøkurnar??
Gamaní. Eg hevði hug. Havi síðani sitið í fimm vikur, einar tríhundrað tímar, og sett bókina upp til teldu. Allar myndirnar eru fyrst skannaðar inn og síðani umteknaðar. Ein triðingur er skoyttur uppí hvørja mynd. Allar myndirnar ella síðurnar, hava ?animatiónir?, altso okkurt, eg havi gjørt livandi á hvørjari mynd. Og onkur mynd er gjørd um til putlispæl.
Teldubókin hevur eisini onnur spøl: mála bil er eitt, har ?Lítli reyði bilur? kann málast ymsar litir. So koyrir hann niðast á skerminum við litinum, sum tú hevur valt. Eitt annað er orgul, har ein kann spæla tónleik við einum orgli. Dukku-Lisa er eisini eitt. Lat Dukku-Lisu í ymisk klæðir, gev henni stutt hár, langt hár, o.a.
Eg havi sjálvur gjørt prentið niður á fløguna, og brent ella margfaldað fløgurnar heima við hús, íalt 450 eintøk. Eydna Magnussen, ið starvast á Bókadeild Føroya Lararafelags, eigur røddina, sum hoyrist á fløguni. Niels Jákup hevur rættlisið forritið og so hevur Heystprent gjørt húsan.
- Hvat er títt dagliga yrki og tín bakgrund annars?
Eg havi verði arbeiðsmaður í nógv ár, til eg bleiv sjúkur og ikki kundi arbeiða hart likamligt arbeiði. Eg eri nú teldumekanikari hjá TelduTænastuni í Havn og havi verið har í eini trý ár. Mær dámar sera væl at arbeiða við teldum. Spennandi og fjølbroytt, tí eingin dagur er eins.
Eg kann skoyta uppí at eg eri vorðin Beta testari. Tað merkir, at eg royni ta nýggjastu útgávuna av forritinum, ið eg nýti at gera forrit við, áðrenn henda versión verður útgivin. Endamálið er at finna feilir í útgávuni, og rætta teir so hvørt. Í løtuni eri eg ein av tjúgu, sum kring allan knøttin hava fingið hendan heiður. Ein skal søkja at blíva Beta testari og harumframt vísa á, hvørjar útgávur ella forrit, ein hevur gjørt.
- Um vit fara aftur til teldubókina, hvør er so málbólkurin?
Málbólkurin til hesa bókina eru tey fýra til átta ára gomlu, men bókin kundi eisini verið brúkt í undirvísing. Her hugsi eg um lesiveik børn í 1. og 2. flokki. Børnini verða fangaði av hesum og eg ivist ikki í, at børnini fylgja betur við, enn tá tey bert lesa úr bók. Tí teldan hevur teirra áhuga.
- Hvør er týdningurin annars, at føroysk børn fáa sovorðnar teldubøkur?
Tann størsti týdningurin er jú, at børnini fáa teldubøkur og -spøl á sínum egna máli. Ávirkanin av útlendskum tilfari er allastaðni sum er, og hetta er við til at avskepla mál okkara og ger eisini, at børnini heilt tíðliga brúka donsk og ensk orð ístaðin fyri natúrliga móðurmálið.
- Er teldan vorðin ein nýggjur miðdepil í tilveruni hjá føroyskum børnum?
Teldan er heilt greitt komin fyri at verða, hetta fáa vit ikki gjørt nakað við. Ístaðin fyri at standa og hyggja at, eiga vit at royna at geva sum mest út á føroyskum, tí at støðga útviklingini, tað klára vit ikki. Børnini byrja heilt tíðliga at spæla við teldu, ja heilt niður í tvey ára aldur byrja tey at spæla við telduna.
- Eigur tú børn sjálvur?
Eg havi 3 børn, eina gentu, sum er 6 ár, ein drong sum er 10 ár og so eina gentu sum er 13 ár. Dótturin Katrin, sum er 13 ár, gav mær hugskotið til dukku-Lisuna, sum er á fløguni, og hon hevur gjørt klæðini, sum dukku-Lisa kann latast í.
- Fáast tey við telduspøl, børnini?
Míni børn spæla nógv við teldu. Dótturin sum er 6 ár, dámar best spøl í stíl við Lítla reyða bilin. Elstu dótturini dámar best The Sims, og líknandi. The Sims er eitt spæl, har tú hevur eina familju og skalt royna at tjena pengar, so tey fáa ráð til størri hús, bil og annað. Soninum dámar best strategi spøl. Tað eru spøl, sum krevja, at tú hugsar teg væl um. Í løtuni er tað Red Alert 2, ið er á skránni.
- Hava tey roynt ?Lítla Reyða Bilin??
Tann yngsta dámar sera væl fløguna um Lítla reyða bilin, henni dámar best at lata dukku-Lisu í. Tey bæði eldru eru ov stór til at spæla við Lítla reyða bilin.
- Hvussu ?lesa? vit hesa teldubókina?
Forritið startar sjálvt, tá tú koyrir fløguna í, tveir knøttar eru at velja í ?Spæl? og ?Legg inn?, trýstir tú á ?Spæl? startar Lítli reyði bilur, og kann sostatt spælast beinleiðis frá fløguni. Trýstir tú á ?Legg inn? verður forritið lagt inn og tað fæst í gongd við at fara niðast á skriviborðið, trýsta á START, síðani PROGRAMMER, síðani LÍTLI REYÐI BILUR og so á BILUR.
- Hetta ljóðar ógvuliga teldutekniskt. Kann man í hesum sambandi yvirhøvur siga ?at lesa??
Jú, eg haldi, at man gott kann siga at lesa, tí tekstur er til hvørja mynd. Annars havi eg við vilja gjørt teldubókina soleiðis, at tá tú sjálvur blaðar ígjøgnum bókina, eru fleiri ?animatiónir?, sum annars ikki síggjast tá teldubókin blaðar sjálv.
- Man tað ?at lesa?, soleiðis sum vit higartil hava kent tað, fara at broyta meining í framtíðini? Góða gamla pappírsbókin, vit fyrr kundu lesa í, fer hon at verða yvirhálað av ymsum smartum digitalum tingum?
Velja vit at lata standa til, so kann tað lætt henda. Men her er tað at vit kunnu, ella eiga, at síggja veruleikan í eyguni: teldan er áhugaverdari at sita við, enn bókin. Harvið er ikki sagt at bøkur skulu vekk, nei, ein kundi hugsað sær, at man gav eina teldubók út, har ein bók fylgdi við, og tá tú ert komin til eitt ávíst stað í teldubókini, ja so mást tú lesa úr bókini fyri at finna fram til, hvussu tú kemur víðari. Altso lesur tú ikki í bókini, sleppur tú ikki til næsta bana.
- Leingi hevur verið tosað um e-bøkur og t.d. print on demand, altso bøkur á netinum, sum ein kann fáa til keyps, alt eftir ynski. Hvat heldur tú um hetta? Fara gomlu hugnaligu bókahandlarnir í søguna? Fer teldan og alnótin at ?gloypa? bókini og gera enda á henni?
Bókin fer ikki í søguna, men tað fara nokk ikki at koma so nógvar bøkur út sum nú, tá hugsi eg nøkur ár fram í tíðina, kanska eini tíggju ár.
- Onkur granskari vil vera við, at teldur umframt at vera hentar til at leita sær upplýsingar, eisini gera børn einslig og avbyrgd. Samdur?
Nei, tað haldi eg ikki, tí børnini - tað eru serliga dreingirnir sum spæla við teldu - koma inn til hvønn annan at spæla. Børn spæla saman í bólkum, og oftani bert tvey og tvey. Tað hevur altíð verið so, so tað er ikki nakað nýtt.
Annars eru nógv av spølunum, sum fáast í dag, gjørd til tvey ella fleiri at spæla saman. Hetta verður rópt at ?netast?, altso fleiri møtast og hava telduna við. Allar teldurnar verða so settar saman við káplum, so samband verður ímillum teldurnar. So er klárt at netast, og spæla ímóti hvørjum øðrum. Alt samalt í felag.
- Hevur tú nakra nýggja teldubók í umbúnað?
Í løtuni arbeiði eg við fleiri ymiskum spølum. Kann til dømis nevna eitt forrit, sum eg havi kallað ?MÁLA?. Eg havi teknað nakrar myndir, sum børnini sjálvi kunnu lita inni á telduni. Forritið goymir eisini myndina, soleiðis, sum tú seinast litaði hana. Eitt annað, sum eg arbeiði við, er ein froskur, sum man skal fáa stytsta vegin ígjøgnum ein labyrint, fyri at sleppa til næsta bana. Og okkurt annað er eisini í gerð í løtuni.
- Hyggja vit at øllum Heiminum, so vita vit, at ikki øll eiga eina teldu. Tíansheldur vatn og el-samband. Fara vit sum frá líður at fáa eitt nýtt slag av lesarum - tey sum eiga teldu og tey sum onga teldu hava? Tey sum duga at søkja sær informatión og tey, sum eru hopleyst uttanfyri? Verður kanska ein nýggj og størri gjógv millum hesar bólkar í framtíðini?
Heilt avgjørt. Hetta er ein av størstu vandunum. Tað kunnu gott fara at verða fleiri, sum detta niðurímillum ? eisini her heima hjá okkum sjálvum ? um ikki fyrst og fremst skúlarnir taka sær um reiggj og fáa telduna meira við í undirvísingina. Sum er, fáa børnini bert nakrar tímar, sum kunnu teljast á aðrari hondini um árið, í teld. Onkur vil kanska siga at tað passar ikki at støðan er so vánalig í føroysku skúlunum, sum eg sigi, tá tað kemur til teld, men sum sagt, so havi eg tvey børn í skúlaaldri, og bæði ganga í størsta skúla í landinum. Og har er tað sera forkunnugt at sleppa inn í telduhølið. So her er ein stór uppgáva, har eg havi sett sjøtil á bara ein lítlan part.
- Góða eydnu og enn einaferð tillukku við Føroya fyrstu teldubók.
Takk fyri tað.
- Hvussu lesa vit teldubókina?
Forriti startar sjálvt, tá tú koyrur fløguna í. Tveir knøttar eru at velja: ?Spæl? og ?Legg inn?. Trýstir tú á ?Spæl?, so startar Lítli reyði bilur og kann sostatt spælast beinleiðis frá fløguni. Trýstir tú á ?Legg inn? verður forritið lagt inn og tað fæst í gongd við at fara niðast á skriviborði, trýsta á START, síðani PROGRAMMER, síðani LÍTLI REYÐI BILUR og so á BILUR.
- Hvat krevst av telduni?
Fyri at kunna lesa fyrstu føroysku teldubókina, sum er um ?Lítla reyða bilin?, mugu hesi krøv verða lokin: 103Mb frítt pláss á harðdiski, 166MHz CPU, 16Mb RAM, 4Mb skermkort, Windows 95, 98, Millennium, 2000 ella NT.