Mín jólabók broytt og umskipað

tíðindaskriv

Í 52 ár er Mín jólabók útkomin, men í ár kemur hon í broyttum líki og skipað sum spennandi og forvitnislig kalendarabók. Ryggurin í bókini er framvegis uppruna-føroyskar søgur, men aftrat teimum er hóp-in av forvitnisligum ítrivstilfari





Eingil úr føroyskari ull, sloyfubindiskeið, kavamenn úr gandadeiggi, tøvd-ar blómur, ítriv úr pappíri, uppskrift uppá leskiligar piparnøtir og heita saft, uppgávur, har møguleiki er at vinna eitthvørt, og sjálv-andi góðar og stuttligar søgur, yrkingar, jólaevan-geliið, og mangt, mangt annað. Hetta er alt upprunaføroyskt tilfar, sum verður at finna í Míni jólabók 2004 í ár. Jólabókin, ið er komin út í meir enn hálva øld, hevur fullkomiliga broytt ham og skap. Bókin er sum myndabók til støddar, 80 blaðsíður í litum og við nógvum myndum og tekningum. Hon er skipað sum eitt slag av kalend-arabók í 24 pørtum, men tað er kortini ikki neyðugt at brúka hana í hesi raðfylgju. Longu perman gevur ábendingar um eina heilt øðrvísi jólabók. Ikki færri enn 24 børn í nissuhúgvu prýða hana, - hóast onkur vil vera við, at eitt teirra ikki er eitt barn, tí tað hevur fýra bein og váta nøs.
Eingin ivi er um, at tíðin krevur eina broytta og tíðarhóskandi Jólabók. Tað ásannar Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið hevur givið bókina út í so nógv ár. Men hóast so er, er høvuðs-tátturin í bókini framvegis upprunaføroyskar søgur, sum Oddvør Johansen, Elin Mortensen, Maud Heine-sen, Steinbjørn B. Jacob-sen, Sonne Smith, Elin á Rógvi og Mina Reinert hava skrivað. Jólaevan-geliið er fastur táttur í Jólabókini, hesa ferð í lættari útgávu eftir Johannes Møllehave, sum Amy Tausen hevur føroyskað.
Mín jólabók 2004 er veruliga ein familjubók, ein bók, ið alt húskið kann hugna sær við í jólamánaðin-um. Í hesum døgum hava børn í øllum skúlum í land-inum høvi at tekna seg til bókina. Tey fáa hana fyrst í komandi viku. Í bókabúðunum um landið verður eisini høvi at keypa hana.
Tað eru tær báðar Beinta Johannessen og Elin á Rógvi, ið hava tikið stig til broyttu Jólabókina, og sum hava skipað innihaldið. Beinta hevur teknað allar myndirnar. Per á Hædd og Finnur Justinussen hava tikið myndirnar.