Gávurnar hjá Heiðriki á Heygum hava verið eyðsýndar í mong ár. Við tónleiki, fløguútgávu og hópin av konsertum, hevur hann prógvað sítt virði á føroyska tónleikapallinum. Við blýantum og penslum, hevur Heiðrik gjørt tekningar, málningar, prent, umframt at hava samskipað fleiri framsýningar. Hetta hevur hann fingið nógv rós fyri. Heiðrikur er eisini íðin við myndatólinum, hvørs myndir hava verið brúktar til eitt nú fleiri fløguhúsar. Eisini fyri hetta hevur Heiðrik fingið sera góðan kritikk. Men hesir pallar eru ikki nóg mikið hjá Heiðriki, sum eisini brúkar nógva orku innanfyri filmslistina, serliga stuttfilmar og sjónbandaløg, hevur fjøllistamaðurin tykist við, og – sjálvandi freistast ein til at siga – fingið rós fyri.
Heiðrik á Heygum arbeiðir ikki á einum palli í senn. Hann arbeiðir á fleiri pallum samstundis, og ofta tvørtur um pallarnar. Í samrøðu við Kinnu Poulsen, sum varð prentað í Sosialinum 31. mars í fyrraárið, lýsti Heiðrik á Heygum arbeiðsgongd sína soleiðis.
– Tá eg geri myndir, hoyri eg tónleik, og tá eg geri tónleik, síggi eg myndir, og filmur er jú bæði. Eg úttrykki meg fyrst og fremst.
Í løtuni vísir Heiðrik á Heygum saman við øðrum fram málningar á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn á framsýiningini » Udvandring – ung færøsk samtidskunst«, sum hann eisini sjálvur hevur samskipað. Harumframt er hann partur av filmsfestivalinum CPH:PIX, har hann luttekur við tveimum filmum, »Aldan reyð«, ið er sjónband til lag hjá føroyska tónleikabólkinum Orka, og stuttfilminum »A hipstory - A Modern Period Piece«, ið hann hevur gjørt í samband við lesnaðin á filmsskúlanum Super16.
Umframt hetta eru fleiri aðrir bóltar í luftini. Heiðrik skal gera húsan til fløguna hjá Sakaris Joensen og næstu fløguna hjá Eivør, har hann eisini skal gera eitt sjónbandalag. Og so arbeiðir hann eisini við at gera sjónbandaløg til – og halt nú fast – hvønn einasta sang av síni egnu fløgu, »Monster«, sum hevur verið ávegis í eina tíð.
Henda fløgan verður tó ikki útgivin í sínum klassiska fysiska formi, tí sum Heiðrik sigur, so trýr hann ikki upp á fløguútgávur, sum vit kenna tær í dag. Men talan er um 15 løg, sum øll verða útgivin við tilhoyrandi sjónbandalag.
– Næsta staklagið eitur »Blond« og sjónbandalagið fer at snúgva seg um mannligan skøkjulevna, greiðir Heiðrik á Heygum frá, tá vit hittast til eitt prát yvir eitt krúss av kaffi á Sofiegården á Christianshavn í Keypmannahavn.
Kostaði 200 krónur
Tá tað kemur til tónleik og sjónbandaløg er ein rættiliga nærliggjandi spurningur, hvussu hetta verður fíggjað, tí filmsframleiðsla er dýr, sigst, og tónleikavinnan er á knøunum reint fíggjarliga.
– Sjónbandalagið til »Needle and a String« (seinasta staklagið hjá Heiðriki, blðm.) kostaði mær 200 krónur. Garn og ein hýruvogn, tað var tað, ið kostaði, ljóðar einfalda svarið frá Heiðriki. Svarið og sjálvt sjónbandalagið er eitt greitt dømið um, at tað einfalda bæði kann fanga og fevna um nakað hugtakandi og djúpri. Ikki tí, Heiðrik hevur eisini gjørt meiri krevjandi sjónbandaløg, bæði fíggjarliga og tá tað kemur til framleiðslu, enn »Needle and a String«. Dømi um hetta er »Aldan reyð«. Samstundis er tað eisini prógvið upp á, at Heiðrik meistrar bæði. Tað metti Birgir Kruse, ummælari, í øllum førum, tá hann hevði verið til filmskvøld í Norðurlandahúsinum í desember í fjør.
– Heiðrikur átti tveir av seytjan stuttfilmum, sum hetta kvøldið vórðu sýndir fyri nógvum fólki í høllini í Norðurlandahúsinum. »Aldan reyð«, sum er tónleikavideo til sangin hjá Orka og »Needle and a String«, sum er fylgifilmur til samnevnda sangin hjá Heiðriki sjálvum. Meistarligt í báðum førum. Episkt grípandi í fyrra førinum og konsist vundið uppá tráð í seinna førinum«, skrivaði Birgir Kruse millum annað á blogginum.
Umheimurin víst Heiðriki ans
Men tað eru ikki bara føroyskir ummælarar og eygleiðarar, sum rósa Heiðriki. Sum nevnt er áður umrødda sjónbandalag, »Aldan reyð«, við á CPH:PIX. Hetta er ein heiður í sær sjálvum, tí av omanfyri 100 sjónbandaløgum varð hansara valt út saman við 25 øðrum. Hetta frammanfyri sjónbandaløg hjá nøvnum sum Fallulah og The Rumour Said Fire.
Uppaftur nógv størri er tað tó, at fólkini handan heimasíðuna Vimeo.com, hava peikað á hetta sama sjónbandalag, sum eitt av teirra yndissjónbondum.
Vimeo.com er ein heimasíða, har brúkararnir kunnu deila sjónbond, teir sjálvir hava gjørt, við onnur. Um árskiftið søgdu hagtølini, at heimasíðan hevði 65 milliónir ymisk vitjandi hvønn mánað, umframt at Vimeo.com hevur omanfyri átta milliónir skrásettar brúkarar. Fólkini handan heimasíðuna eru øll film- og sjónbandaframleiðarar í New York. Og tað eru hesi fólkini, sum hava valt »Aldan reyð« hjá Heiðriki, sum eitt av teimum sjónbondunum, tey dáma best.
– Tað er eitt sera stórt herðaklapp, at tey hava valt mítt sjónband millum tey, sum skulu umboða teirra síðu úteftir, sigur Heiðrikur, sum annars ikki leggur stórt í, hvat ummælarar siga og skriva um hansara verk. Tí hóast nógv rós er tað eisini onkur, sum hevur funnist at Heiðriki. Millum annað fýsti ummælarin Høgni Djurhuus eftir Heiðriki herfyri.
– [H]ví slepti Heiðrik á Heygum endanum, hann hevði fatur í í 2009? Hansara perla »Mítt rúm« við einari góðari søgu, einum beinraknum og klókum boðskapi og ikki minst einum framúr flottum trýssarastíli í svørtum og hvítum og gráum neyvum komposisjónum, er ein forbannað góður filmur. Einki av tí, sum eg havi sæð hjá Heiðriki síðani tá, er líka gott. Eg vónaði tá, at hesin blaðungi maðurin, sum longu tá var óvanliga búgvin í sínari list, fór at halda fram á hesi kósini. Men tíverri, nei, skrivaði hann í klummu, prentað í Sosialinum 6. januar í ár.
Arbeiðir ikki fyri fjøldina
– Eg eri akkurát byrjaður at arbeiða við filmi av álvara. Eg skal læra og royna nýggj ting, men sjálvandi er tað keðiligt, at Høgni ikki dámar alt, sum eg geri, sigur Heiðrikur ikki sørt speiskur, tá eg lesi omanfyristandandi reglur hjá Høgna Djurhuus upp fyri honum.
– Eg eri ikki nakar crowd pleaser, sigur hann eftir at hava gruna eina løtu, og leggur so aftrat.
– Eg havi altíð hjartað við. Eg kann ikki úttrykkja meg hálvt. Men eg eri fegin, tá fólk eru glað fyri tað, eg geri og eg vil altíð gera mítt besta, sigur Heiðrik og nevnir síðani eitt ítøkiligt dømi um, hvat hann meinar við.
Tað er eitt sindur av tíð síðani. Heirik fekk eitt bræv úr Venesuela frá einum ungum manni har. Mamma hansara var sjúk, og ungi maðurin hevði spælt eitt av løgum Heiðriks fyri henni. Eina løtu lívgaðist sjúka mamman upp og var glað, tá hon hoyrdi hesar tónarnar.
– At tað, eg geri, kann gera mun soleiðis, er feitt, heldur Heiðrik.
Dagbókin hjá Heiðriki
Heiðrik á Heygum greiðir frá, at hann hevur teknað alt tað, hann minnist. Tá hann hevur teknað, hevur tónleikurin altíð verið við, so tað fall púra natúrligt at gera okkurt við tónlistina eisini.
– Og filmur er jú tónleikur og myndir alt í einum. Tað helt eg vera snilt, fortelur Heiðrik flennandi um áhugan fyri ymsu listagreinunum. Eitt slag av barnsligum forvitni, hvørs áhugi fyri fakinum er stimbraður, fasthildin og mentur støðugt. Men tá tað kemur til íblásturin til ítøkiligu verkini, er svarið ikki heilt so einfalt.
– Tað kemur bara til mín. Ein dagin sat eg og teknaði og eg visti ikki hvat tað merkti. Í sjálvari løtuni kundi eg ikki greiða frá, hvat tað var. Men tað er eisini tí, at tað á donskum verður rópt »úttryksformur«. Tí seinni kann tað, eg sat og teknaði, brádliga geva meining. Hinvegin skilji eg ikki, hvussu fólk kunnu skríggja og skrála, tá tey spæla fótbólt ella borðtennis. Men tað er somuleiðiðs bara úttrykk, hóast eg ikki skilji tað. Ikki tí, eg hevði gjarna viljað havt tað sama nøgdsemi yvir mær, sum nógv hava, sum hava vunnið ein dyst, hugleiðir Heiðrik, og leggur so aftrat.
– Eg kann samanbera mína list við eina dagbók. Ein dagbók er ein formur og eitt úttrykk av tí degnum og tí løtuni, tú ert í. Eg havi einki filtur og reflekteri yvir alt. Ofta verði eg spurdur, hví eg hugsi um hetta ella hatta, tá tað ikki hevur nakað við meg at gera. Men eg kann ikki lata vera. Tí er empati eitt ógvuliga gott tól, tá tað kemur til listina, men í persónliga lívinum kann tað verða ein byrða. Eg havi tó onga skomm av at vísa, hvat stendur í mínari dagbók, sigur Heiðrik á Heygum.