Mín Russiski Vinur á ovastu rók

Lagið Mín Russiski Vinur við Páll Finnur Páll er hesa vikuna Føroya best umtókta lag, hetta er fimtu ferð, at lagið liggur í hesi støðu.

Tað eru 8 vikur, síðan Mín Russiski Vinur fyrstu ferð kom inn á 15 tær bestu, og bólkurin hevur í hesa tíðina kappast við eitt nú Boys In A Band og Mika, men seinastu vikurnar hevur eisini Eyðun Nolsøe og lagið Hvønn dag verið við í stríðnum um fremstu plássini, hesa vikuna er Hvønn dag á øðrum plássi.

Føroyskur tónleikur er sum heild væl umboðaður á listanum, Eivør og vinnaralagið úr sangskrivarakappingini hjá AME, Grát ei liggur á fjórða plássi. Super Contagious hjá Boys In A Band liggur á fimta plássi, og Drain Me hjá Rannvá Jacobsen og Angu Motzfeld liggur á sætta plássi. Lagið, sum í síðstu viku skumpaði Páll Finnur av ovastu rók, Grace Kelly við Mika, fall hesa vikuna fyri tíðarfreistina á 15 teimum bestu, og varð tí skumpað beint út av einum fyrsta plássi. Mika liggur tó hesa vikuna á 7. plássi við einum øðrum lagi Relax, aftan fyri øll tey føroysku løgini á listanum og aftan fyri Don’t Matter hjá Akon.

Tvey føroysk løg eru millum eykaløgini hesa vikuna, hetta eru Lena Andersen við Put Away Tomorrow For Today og Tannbust band við Mánamorgun.