MánadagsMortan

.

Hóast tað í dag er týsdagur, so er tað í dag, at barnafløgan MánadagsMortan kemur í handlarnar.

Klokkan 16:30 verður framløga av fløguni í Fútastovu í Havn. MánadagsMortan er barnafløga við løgum eftir Jens Mortan Mortensen og teksti eftir Alexandur Kristiansen. Á fløguni syngur Gentukórið yngra í Fuglafirði. Frits Johannesen hevur myndprýtt fløguhúsan.

16 løg eru á fløguni.