Hvussu hevur tú frí á páskum í ár?
- Eg reki egna fyritøku so okkurt arbeiði er hvønn dag, eisini á páskum, men havi tó frí tað mestu tíðina hesar páskirnar,
Ætlar tú at slappa av ella leika í?
- Slappa av heilt víst, hugna mær við synunum og foreldrunum.
Plagar tú at gera páskareint?
- Eg havi vaskifólk, ið gera reint her einaferð um vikuna, havi ikki sjálvur tíð at gera reint. So tað plagi eg ikki. Tó ætli eg at reinsa akvarium ein av páskadøgunum.
Hvørjar páskatraditiónir hava tit í familjuni?
- Vit hittast og eta væl og slappa av. Tá dreingirnir vóru minni, málaðu og rullaðu vit egg, tað er dottið burtur. Men vit plaga at ganga niðan á Kongavarðar 1. páskadag og eta páskaregg har uppi, um tað viðrar. Men í ár er ein av synunum júst skurðviðgjørdur í fótinum, so tað verður eingin fjallatúrur.
Hvat er tín yndis páskamatur?
- Lamb hoyrir páskunum til, og ein góða lambasteik er altíð góð.