Ólavur í Beiti
Sølan av tollfríum vørum kemur ikki at steðga á Føroya-rutuni tann 1. juli í ár, sum á øðrum rutum í ES-londum, ið hvussu so er ikki sambært tænastustjóranum, Michael Skytte, hjá Mærsk Air.
Nógv hevur verið frammi í øðrum londum um ætlanirnar at gevast við hesum handli, og kemur tað ikki minst at hava sína stóru ávirkan á raksturin hjá summum flogfeløgum, ið hava gjørt nógv burturúr hesi sølu, og har eisini yvirskotið frá henni hevur munað væl í ársroknskapinum.
Men hetta kemur so ikki at fáa nakra ávirkan á Føroya-rutuni, tí sølan gevst ikki, sum longu nevnt, tvørturímóti, hevur Mærsk Air nú bjóðað kundum sínum uppaftur fjølbroyttari og størri katalog at bíleggja úr.
Og tú kanst tryggja tær hartil, at tú fært tað sum tú bíleggur, og hvør hevur ikki minst einaferð upplivað ikki at fáa tað, sum bílagt varð?
7 dagar
Tú antin biður um eitt katalog minst 7 dagar, áðrenn tú ætlar tær á flog við Mærsk Air úr Føroyum ella tú letur bíleggingarseðilin inn, tá ið tú fert niður og stendur posin so á setrinum, tá ið tú kemur umborð í flogfarið aftur, og hetta er eisini galdandi, um tú hevur bílagt vøruna 7 dagar, áðrenn tú fert avstað.
? Hetta er sama katalog, sum vit brúka á charterferðunum, og talan er um eitt katalog við yvir 400 ymiskum vørum, afturmóti um 60, bíleggur tú á vanligan hátt, sigur Michael Skytte, sum hevur merkt ein tíðarvendan áhuga millum føroyingar at bíleggja úr stóra kataloginum.
Halda fram
Spurdur um tollfría sølan er økt á Føroyarutuni hjá Mærsk, sigur Michael Skytte, at enn er nakað tíðliga at siga nakað um tað, men tað er heilt greitt, at ferðafólkini vilja hava tað sum tey bíleggja og hetta er so ein háttur at tryggja kundanum vøruna.
Mærsk fór undir at selja eftir stóra kataloginum hálvan desember í fjør sum eina roynd, og tænstustjórin sigur, at tað er eingin ivi um, at Mærsk fer at hava hesa tænastu framyvir, so væl er hon umtókt, og tað er seliga føroyingar sum bíleggja eftir hesi nýggju skipan.