Mærsk-samtakið eigur 20 prosent av Danske Bank, men nú umhugsar fyritøkan at selja sín part av bankanum. Tað skrivar Jyllands-Posten.
Sambært blaðnum hevur ráðgevingarfelagið McKinsey kannað umstøðurnar, og niðurstøðan er, at tað kann vera ein fyrimunur fyri Mærsk at selja tey 20 prosentini av bankanum. Ein tílík søla fer at gera, at Mærsk-samtakið fer at fáast við skiparakstur og oljuvinnu burturav.
Pensjónsgrunnurin ATP, sum eisini er ein av teimum stóru partaeigarunum í Danske Bank, er jaligur mótvegis hugskotinum hjá Mærsk at selja, skrivar Jyllands-Posten.