Mæta fótbóltstjóðin vitjar oyggjarnar

Í altjóða høpi, er tað bara Brasilia, sum kann standa í mát við mótstøðuliðið hjá føroyingum í kvøld.

Tað mundu vera nógv fótbóltsáhuga, sum sótu spent frammanfyri sjónvarpsskýggjan fyri sløkum hálvum øðrum ári síðan, tá lutakastið til EM-undankappingina var í Portugal.

Tað er altíð stórur spenningur, um hvørjar stórtjóðir, vit vera bólkaði við, og hvørjar stjørnur føroyingar kunnu vænta sær at síggja í Føroyum. Gaman í hava nógvar fótbóltsstjørnur verið í dysti í Føroyum, men við undantakinum Spania, so høvdu vit undan hesi undankappingini, ikki havt eitt rættiligt stórlið í okkara bólki.

Føroyska landsliðið hevur fleiri ferðir verið eystanfyri, og hóast hesi lið eru sterk, so er lítið at ivast í, at føroyingar heldur vilja hava lond sum Ongland, Frakland, Italia, Týskland ella Danmark hendavegin. Á middegi í gjár kom so endiliga ein av hesum tjóðum til Føroya. Týska landsliðið stendur uttan mát við onnur mótstøðulið, sum mætasta fótbóltstjóð, sum nakrantíð hevur vitjað oyggjarnar.

Standa seg altíð væl
Tað er ikki uttan grund, at fyrrverandi enski framherjin, Gary Lineker, einaferð tók so til: Fótbóltur er eitt spæl við 22 leikarum, har Týskland altíð vinnur. Týskland hevur vunnið HM-heitið tríggjar reisur og EM-heitið tvær ferðir. Tað er bara Brasilia, ið kann breggja sær av at hava betri hagtøl, enn Týskland. Verandi HM-vinnararnir hava vunnið HM fimm ferðir.

Fyrstu ferð fyrrverandi Vesturtýskland vann HM-heitið var í 1954. Teir vunnu 3-2 á favorittunum Ungarn í finaluni. Tjúgu ár seinni á heimavølli kom næsta HM-heitið í hús. Við so stórum nøvnum sum Gerd Muller, Franz Beckenbauer, Sepp Maier, Berti Vogts, Uli Hoennes og Paul Breitner endaðu týskararir aftur ovast á sigursskamlinum. Í einari vælspældari finalu ímóti Hollandi vísti Vesturtýsklandi seg vera ov stórur gloypibitið hjá hollendsku bóltsnillingunum. Finalan endaði 2-1 til Vesturtýskland

Bæði í finaluni í 1954 og 1974 kom Vesturtýsklandi afturum tíðliga í dystinum, men kortini komu teir afturíaftur. Hesin eginleikin hevur altíð verið eitt eyðkenni við týska landsliðnum, og er tað framvegis í dag.

Ein av keðiligastu HM-kappingunum í søguni, var kappingin í Italia í 1990. Ein av fáu glottunum var Vesturtýskland, sum gjøgnum kappingina sýndi besta spælið. Við leikarum sum Lothar Matthaus, Jurgen Klinsmann, núverandi venjaranum, Rudi Vøller og Andreas Brehme vann Vesturtýskland HM-heitið fyri triðju ferð- og higartil seinastu ferð.

EM hevur Týskland vunnið tríggjar ferðir. Fyrstu ferð var í 1972, tá teir vunnu 3-0 á Sovjet. Átta ár seinni vunnu teir aftur EM-heitið og seinnasta ferðin var í 1996, tá Týskland vann 2-1 á Kekkia í finaluni

Mangan hevur týska landsliðið verið útskeldað, áðrenn tey stóru endaspølini. Liðið verður ikki spátt teir stóru møguleikarnar, men kortini eru týskarar altíð millum tey drúgvastu liðini í endaspølunum. So seint sum seinasta summar prógvaðu týskararnir, at ein skal aldrin undirmeta teir. Teir spældu seg heilt óvæntað framm í finaluna, har Týskland mátti lúta fyri Brasilia.

Der Kaiser
Nevnir ein týskan fótbólt, so slepst valla undan at nevna navnið Franz Beckenbauer ella Der Kaiser, sum hann eisini verður kallaður. Beckenbauer er uttan iva ein av bestu leikarunum og venjarum gjøgnum tíðirnar. Bert 20 ára gamal spældi hann sín fyrsta landsdyst, og fram til 1977 blivu tað í alt 103 landsdystir. Der Kaiser spældi sjálvur við í trimum HM-endaspølum, har hæddarpunktið var í 1974 , tá hann sum liðskipari leiddi Týskland til HM-heitið á heimavølli.

Hann spældi libero bæði á týska landsliðnum og frálíka Bayern Munchen liðnum í 70 árunum. Týskur fótbóltur var rættiliga í hæddini í 70´inum. Bert Ajax megnaði at standa í mát við Bayern Munchen hesi árini. Beckenbauer og Munchen vunnu Evropa Cup fyri meistarar trý upp í slag, frá 1974-1976. Eftir eina glæsiliga karrieru í Bayern Munchen, valdi 32 ára gamli Franz Beckenbauer at fara um Atlants hav at royna fótbóltseydnuna.

Ævintýrið í USA gjørdist ongantíð tað heilt stóra, og hann vendi aftur til týskan fótbólt í 1980, har hann spældi trý ár í Hamburg SV, áðrenn hann setti skógvarnar á hillina.

Eftir miseydnaða EM-endaspælið í 1984, vóru boð eftir Franz Beckenbauer sum landsliðsvenjara. Keisarin váttaði, og stóð á odda fyri týska landsliðnum til eftir HM-endaspælið í 1990. Úrslitini vóru als ikki at forsmáa, eitt annað pláss í HM í Meksiko og HM-vinnari í 1990. Einasta vónbrótið var, at hann ikki megnaði at vinna EM-heitið í 1988 á heimavølli.

Franz Beckenbauer er í dag næst formaður í týska fótbóltssambandinum, og er ein av høvuðssamskiparunum av HM-kappingini, sum verður um trý ár í Týsklandi. Tá stendur á hjá Bayern Munchen ella týska landsliðnum, plagar Beckenbauer ikki at vera fáorðaður, og gevur vanliga liðunum av grovfílini, um úrslitini ikki standa í mát við tað, hann væntar av liðunum báðum.

Altíð ófriður
Eitt eyðkenni við týska landsliðnum er, at tað altíð ófríður um liðið. Serliga til endaspølini hevur ofta staðið nógv á, og fjølmiðlarnir eru vanliga skjótir at gera sær dælt av støðuni. Tað hava altíð verið sterkir einstaklingar á týska landsliðnum, og hjá venjarunum hevur størsta uppgávan at samansjóða sterku einskaklingarnar.

Tað er onki dulsmál, at ein innanhýsis rivalisering millum týsku feløgini eisini ger seg galdandi á týska landsliðnum. Í 80 árunum vóru tað serliga leikarar úr Bayern Munchen og 1. FC Køln sum ikki kundu einast, og í 90 árunum hevur sami trupulleiki verið millum leikararnar hjá Bayern Munchen og Borussia Dortmund.

Nógvi ófriðurin á týska landsliðnum hevur eisini havt við sær, at fleiri evnaríkir leikarar tíðliga góvust við við at umboða týska landsliðið. So frægir leikarar sum Bernd Schuster, Harald Schumacher og Stefan Effenberg steðgaðu allir á landsliðnum í ótíð. Bernd Schuster var ein av mest lovandi týsku stjørnunum fyrst í 80 árunum, men hann takkaði kortini tíðliga av landsliðnum. Hann fekk eina glæsiliga karrieru í Barcelona, Real Madrid og Atletico Madrid, og hóast hann var umbiðin fleiri ferðir til týska landsliðið, so spældi hann var bara við í EM-endaspælinum í 1980.

Harald Schumacher var saman við Renat Dassajev og Jean-Marie Phaff besti málverjin í heiminum gjøgnum 80 árini, men landsliðskarrieran fekk kortini ein brádligan enda. Í rættiligari opinskarða ævisøgu síni avdúkaði hann innanhýsis trupulleikarnir á týska landsliðini og bókin "Anphiff" gav Harald Schumacher sekkin bæði á týska landsliðnum og felagnum 1.FC Køln.

Stefan Effenberg var, eins og Schuster, ikki meir enn fyrst í tjúgunum, tá hann gavst á landsliðnum. Til HM-kappingina í 1994 gjørdist Effenberg frá sær sjálvum, eftir hann varð útskiftur, og tá hann gekk av vøllinum, gjørdi hann ikki mætari enn at geva áskoðarunum miðfingurin. Henda myndin varð send um allan heim, og dagin eftir var Effenberg sendur heim úr týsku HM-leguni. Hann spældi einstakar landsdystir eftir hendan tilburðin, men kortini einki merkisvert.

Hóast ófríður er eitt eyðkenni við týska landsliðnum, so vísur tað seg kortini, at tá harðast leikar á innanhýsis og fjølmiðlatrýstið er nógv, so hevur týska landsliðið tann góða eginleikan, at allir leikarar standa saman á vøllinum, og geva sítt ítarsta.

Eftir javnleikin ímóti skotum á Hampden Park leygardagin fær týska landsliðið av grovfílini frá týsku fjølmiðlunum. Michael Ballack hevur eisini víst sína ónøgd alment við avrikið leygardagin, og tað er ikki vældámt. Hetta er kortini ikki nakað nýtt, og fáur verður tikin av bóli, um týska landsliðið reisur seg manniliga aftur mikukvøldið, sum so mangan áður. Hjá føroyingum er bert at vóna at so ikki verður...


.