Aftur í nátt var løgreglan á ferð við tí endamáli at kanna ferðsluna. Og tað var ikki heil til fánýtis, tí tveir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt.
Tað var Millum Fjarða, at løgreglan var við radaranum beint eftir midnátt, og har varð ein bilførari tikin fyri at koyra 106 kilometrar um tímar, har hann hevur loyvi at koyra 80, so tað fær hann nakrar túsund í bót fyri.
Enn verri gekst hjá einum øðrum bilførara, tí hann koyrdi 114 kilometrar um tíman, so umframt at fáa nakrar túsund krónur í bót, má hann eisini taka koyrikortið av nýggjum, áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missur hann tað.