Kornakurin, Ongsprettan ella Alt ov forvitin. Enn siga hesi heitini kanska ikki so nógv, men um stutta tíð verða tey helst millum vanligastu orðini, sum verða at hoyra, tá børnini skulu leggast at sova.
Omanfyristandandi eru nevnliga heitini á trimum av í alt 30 smásøgum, sum eru við í sættu útgávuni av Skýmingarløtuni.
Síðani fyrsta Skýmingarløtan varð givin út fyri góðum 20 árum síðani, hevur sølan av hesum gingið stak væl. Nakað sum eisini vísir, at søgurnar at kalla eru tíðarleysar.
Tað er eisini í ásannan av hesum, at Adventistasamkoman, sum stendur fyri útgávuni, hevur latið prentað 3.500 eintøk av nýggju bókini.
Sum nevnt eru 30 smásøgur at lesa í bókini, og eru flestar av hesum skrivaðar av Arthur Maxwell. Effie Campbell hevur savnað søgurnar saman, umframt staðið fyri umseting.
Umframt at ein tekning er gjørd til hvørja søgu, eru eisini perma og baksíða prýdd við myndum, og eru tað Anique B. Dorland, Henriette B. L. Olsen, Aase Bømler Olsen og Wilhelm Andreasen, sum hava teknað.
Dansk Bogforlag gevur út, og Hesprent hevur staðið fyri prentingini.
Bókin er at fáa í sølubúðum kring landið, og kostar hon 75 krónur.