Nú bretska stjórnin brátt skal taka støðu til møguligar nýggjar reglur viðvíkjandi burturbeining av geislavirknum burturkasti, hava norðurlendsku umhvørvismálaráðharrarnir samtykt at krevja, at bretska stjórnin steðgar burturbeining av burturkasti frá kjarnorkuendurnýtsluverkinum í Sellafield.
Norska Umhvørvisstýrið og ráðharrin Guro Fjellanger ger í tíðindaskrivi greitt, at neyðugt er at nýta allar hugsandi hættir at ávirka bretsku stjórnina í hesum málinum.
Økt innihald av geislavirknað evninum Technesium-99 er staðfest í sjógvi, skeljadjórum og tara framvið norsku strondini. Evnið er eisini funnið í øðrum londum á norðaru hálvkúlu, eins og í artisku økjunum.
Norðurlendsku ráðharrarnir vísa á, at Bretland í altjóða avtalum hevur bundið seg til at minka nøgdina av geislavirknum burturkasti, ið endar á sjónum.
Viðvíkjandi Technesium-99, ið verður beint á sjógv, verður víst á, at longu um eini 5-6 ár ger framkomna tøknin tað gjørligt at minka árligu nøgdina einar 18 ferðir, í um til í dag.
Norðurlendsku umhvørvismálaráðharrarnir heita á bretsku stjónina, og biða hana bera so í bandi, at geislavirknað burturkastið verður goymt, til framkomna tøknin verður tikin í nýtslu.
Eyðun Eltør, landsstýrismaður við umhvørvismálum, luttók ikki á norðurlandaráðsfundinum hesaferð, men hann veit um samtyktina. Hann hevur tó iki stórvegis viðmerkingar, tí enn hevur hann ikki sæð tilfar um málið.