Eftir at nakað av kjaki nú í longri tíð hevur verið frammi millum landsstýrismannin í Heilsumálum og leiðsluna á Suðuroyar Sjúkrahúsi, viðvíkjandi fíggjarætlanini fyri 2010, har m.a. víst verður á tørvin á einum narkosulækna og yngri læknum til Suðuroyar Sjúkrahús, fyri framhaldandi at hava kommunulæknar í økinum, fara undirritaðu borgarstjórar í Suðuroynni, at seta fram krav um, at landsstýrið tekur hetta sera álvarsliga mál viðvíkjandi Suðuroynni upp til nýggja viðgerð.
Tað hevur verið ført fram av yvirlæknum á Suðuroyar sjúkrahúsi, virkandi kommunulæknum í oynni, og nú eisini av einum av teimum, ið vit væntaðu skuldi starvast sum kommunulækni í Suðuroynni, hvørja støðu hesir hava til málið.
Í samrøðu við Suðuroyarportalin, sigur ein, ið væntandi skuldi starvast sum kommunulækni í Suðuroynni, at tað kemur ikki upp á tal, at hann søkir eitt slíkt starv, við tí arbeiðs-og vaktarbyrðu, ið framtíðin hevur at bjóða.?Tá landsstýrismaðurin í heilsumálum førir fram, at Ólavsøkupakkin og harvið karmarnir longu vóru settir, tá hann tók við sum landsstýrismaður, so er hetta rætt.
Eftir áheitan greiddi leiðslan á Suðuroyar sjúkrahúsi, á fundi í mei mánað í ár, frá støðuni. Á fundinum vóru ikki minni enn tríggir landsstýrismenn úr Suðuroynni, tvey løgtingsumboð úr Suðuroynni saman við borgarstjórunum í Suðuroynni. Tá kunnað varð um trupulleikan, komu týðiligar ábendingar frá landsstýrismonnunum um, at hetta nokk ikki bleiv nakar trupulleiki at fáa uppá pláss.
Tí kunnu vit sum borgarstjórar ikki góðtaka, at undarførðslur um Ólavasøkupakkan, verða nýttir í hesum føri.
Vit fara tí staðiliga at heita á okkara løgtings- og landsstýrisumboð umframt alt Føroya Løgting og Føroya Landsstýri, at síggja tann stóra álvara í hesum so ómetaliga týdningarmikla máli fyri trivnaðin og trygdina hjá ungum og eldri her í Suðuroynni, og at fáa til vega ta upphædd, ið skal til, fyri at tryggja okkara borgarum nøkunlunda somu heilsuviðgerðartilboð sum aðrastaðni í landinum.
Borgarstjórarnir í Suðuroynni
Kristin Michelsen
Kirstin S. Bech
Otto West
Hildur Vestergaard
Mikkjal Sørensen
Eyðdis Ellendersen
Delmar Tausen