Einasta standmynd av einum suðurstatsheryvirmanni í amerikanska høvuðsstaðnum varð í nátt skrødd niður.
Mótmælisfólk í Washington DC, høvuðsstaðnum í USA, hava rivið niður eina standmynd av suðurstatsheryvirmanninum Albert Pike og sett eld á hana.
Tað vísa sjónvarpsmyndir í nátt amerikanska tíð.
Standmyndin er tann einasta av einum suðurstatsgenerali í amerikanska høvuðsstaðnum.
##med2##
Amerikanski forsetin, Donald Trump, finst á Twitter at løgregluni í høvuðsstaðnum fyri ikki at gera arbeiði sítt ordiligt.
– Løgreglan ger ikki sítt arbeiði, tá hon bara hyggur, meðan ein standmynd verður skrødd niður og brend. Hesir persónar áttu at verið handtiknir alt fyri eitt. Ein skomm fyri land okkara, skrivar forsetin.
Sjónvarpsmyndir vísa stanmyndina av Albert Pie verða skrædda niður við reipi, áðrenn mótmælisfólkini rópa »black lives matter«.
Albert Pike, sum var rithøvundur, yrkari og sakførari, hevði ein stóran leiklut fyri suðurstatirnar undir amerikanska borgarakrígnum, sum vardi frá 1861 til 1865. Úrslitið av krígnum var avtøkan av trælahaldi í suðurstatunum.
/ritzau/AFP