Mótmælisskriv frá lærararáðnum í Hoydølum 25/5-2005

Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Tórshavn

Umsóknarfreistin at søkja miðnámsskúlarnar var úti 15. mars. Eftir at mett varð um umsøkjararnar, frættist skjótt, at skikkaðu næmingarnir vóru nóg nógvir í tali til 11 nýggjar flokkar á Føroya Studentaskúla og HF-Skeiði komandi ár, 5 flokkar á støddfrøðideildini, 4 á málsligu deild og 2 hf-flokkar. Her er at viðmerkja, at siðvenja hevur í mong ár verið - grundað á galdandi lóg - at skikkaðir næmingar skulu verða tiknir upp. Á lærararáðsfundi hóskvøldið 19. mai frætta vit so frá rektaranum, sum beint tá hevur fingið boðini frá Mentamálaráðnum, at skúlan fær bara játtan til 9 nýggjar flokkar, 4 á støddfrøðideildini, 3 á málsligu deild og 2 hf-flokkar, og tað hóast ráðið hevur fingið serstaka eykajáttan. Hetta kemur sjálvandi illa við, tí fyrireikingarnar til komandi skúlaár eru langt síðan byrjaðar, t.d. er søkt eftir nýggjum lærarum bæði í Føroyum og uttanlands.

Lærararáðið mótmælir í fyrsta lagi, at so long tíð gongur, frá tí at umsóknarfreistin er úti, til boðini koma. Tað líkist ongum, at umsøkjarar og skúli verða hildin í óvissuni so leingi, tí Mentamálaráðið hevði talið á skikkaðum umsøkjarum longu seint í mars. Leiðsla skúlans fær ikki arbeitt undir slíkum umstøðum. Tað tykist, sum hevur Mentamálaráðið als ongan útbúgvingarpolitik, men at atlit bara verða tikin fyri fíggjarligum umstøðum. Í øðrum lagi mótmæla vit, at so nógvir næmingar sleppa ikki at troyta teir útbúgvingarmøguleikar, sum teirra hugur stendur til. Hvat ætlar Mentamálaráðið, at avvístir skikkaðir umsøkjarar skulu gera? At vísa næmingunum til aðrar miðnámsskúlar ber ikki til, tí har er sama skilið. Sambært sjónvarpinum hevur Føroya Handilsskúli t.d. avvíst 106 næmingar. Til samans er kanska talan um ein fimtapart av einum árgangi!

Sitandi samgonga hevur sett sær fyri, at Føroyar skulu vera ímillum heimsins fremstu lond longu í árinum 2015. Tað eru helst ymsar hugsanir um, hvussu hetta kann verða framt í verki, men eitt kunnu øll, ið hvussu er, verða samd um, at undirvísing, útbúgving og gransking mugu raðfestast frammaliga, skulu vit gera okkum vónir um at røkka hesum máli. Tí er tað ógvuliga ørkymlandi, at myndugleikarnir vísa so nógvum skikkaðum skúlaungdómum frá sær. Ætlar samgongan, at hesi ungu skulu ganga arbeiðsleys ella kanska fara av landinum? At nøkur sparing skal vera í tí, duga vit ikki at skilja. Og hava myndugleikarnir hugsað um sosialu fylgjurnar av hesum politikki? Tað ber illa til at siga henda ungdóm ringan fyri, at hann kanska kennir seg óynsktan í egnum landi.

Lærararáðið á Føroya Studentaskúla og HF-Skeiði í Hoydølum