Lisbeth er ein av høvuðspartaeigarunum í Dimmalætting, og famlijan hevur verið við til at mynda blaðið gjøgnum mong ár og er tað framvegis.
Umframt vinir og kenningar vóru býráðs- og landspolitikarar, bæði úr sambandsflokkinum og øðrum flokkum við til móttøkuna, har fleiri røður vóru hildnar.
Lisbeth hevur havt ein spennandi politiska karrieru bæði sum býráðs- og landspolitikari og sum fólkatingslimur. Hon sat í Tórshavnar býráð frá 1984 til 2000 og var borgarstjóri í Tórshavnar kommunu frá 1992 til 1996.