Móttøka fyri Onnu

Í morgin, fríggjadagin, hevur Postverkið móttøku fyri Onnu Thomsen, sum legði frá sær sum postboð í Nólsoy eftir 33 ár Anna Thomsen byrjaði tíðliga at bera post út í Nólsoy.

- Eg minnist, at eg byrjaði at bera post út ? mest Dimmalættingar og tílíkt ? fyri pápa mín, longu áðrenn eg dugdi at lesa, sigur Anna Thomsen.

Pápi hennara, Jens Hansen, var postboð í Nólsoy í samfull 44 ár, og tí kendist tað næstan náttúrligt, at dótturin tók yvir. Og tað gjørdi hon á sín hátt við tað at maðurin, Høgni Thomsen, tók yvir poststarvið í Nólsoy. Men Anna hevur fingist við postútbering síðani einaferð fyrst í 40-árunum, so hóast hon alment »bert« hevur verið postboð í 33 ár, hevur hon borið post út í útvið 60 ár, nú hon legði frá sær 1. november í fjør vegna aldur.

Anna Thomsen tók yvir frá manninum í 1992, tó at tey øll árini hava hjálpst at í starvinum.

- Mær hevur dámað arbeiðið ógvuliga væl, sjálvt um tað kann vera illfýsi við hvørt at bera post út, sigur Anna Thomsen.

Hon heldur, at størsta stigið framá innan postyrkið er avgerðir um, at fólk skuldu seta upp postkassar, so tað í mesta lagi gjørdist trý trin hjá postboðunum at ganga upp trappur.

- Fyrr mátti eg ganga upp hundraðtals trapputrin, nú er tað vorðið eitt spæl, sigur Anna Thomsen.

Postverkið heldur sum nevnt móttøku fyri Onnu Thomsen, og hon fer fram í Magnussarstovu, sum er eitt av allarelstu húsum í bygdini og samstundis barnaheimið hjá Onnu, har hon bæði er fødd og uppvaksin.

Móttøkan verður millum 15 og 17 fríggjadagin, og í tí sambandi siglir Ritan eykatúr av Bursatanga klokkan 14.