Í samband við at nýggja fløgan hjá Týr ?By The Light Of The Northern Star?
er komin út á gøtuna, verður móttøka í Tutl á Káta Horninum hósdagin
Týr hevur verið á drúgvari konsertferð allan mars og apríl mánað har teir eisini framførdu á útseldu Hammerfest-festivalinum í Wales.
Júst afturkomnir úr Týsklandi - har teir millum annað hava upptikið videolag - fara tónleikararnir úr Týr at greiða frá nýggju fløguni og um teirra arbeiði hagartil og framtíðarætlanir.
Og til ber at ogna sær undirskrivaða fløgu frá Týr.
Høvi verður at hoyra Týr í Føroyum í summar, tí teir eru nevniliga eitt av høvuðsnøvnunum til Festivalin við Múrin 16.-18.juli.
Móttøkan verður í Tutl hósdagin 4. juni kl.15