Í fjør vóru liðin 40 ár, síðan Flogfelag Føroya varð stovnað, og í mars í ár vóru 25 ár liðin, síðan Hotel Vágar alment varð tikið í nýtslu. Tó hevði okkurt virksemi verið á hotellinum síðan á jólum árið fyri.
Í hesum smabandi var móttøka á Hotel Vágum, har eisini tríggjar av teimum, ið starvast á Hotel Vágum vórðu heiðraðar fyir at hava verið i starvi á hotellinum øll 25 árini, hotellið hevur havt opið.
Sum ein starvsfelagi teirra tók til í heiðursrøðu fyri teimum trimum: »Tað er ikki hvønn dag vit halda 140 ára starvsdag.«
Lars Larsen, sum er annar av stovnarunum av Flogfelag Føroya, sum eisini eigur Hotel Vágar, tók í móti gestum og helt røðu undir hátíðarhaldinum. Hann legði saman við Hugo Fjørðoy í Sørvagi lunnar undir tað virksemið, sum nú hevur vart í 40 ár. Eitt skifti hevði felagið eisini egið flogfar.
Lars Larsen greiddi í røðu síni frá gongdini hesi árini. Og sum hann sjálvur segði, skuldi tað bæði dirvi og eitt sindur av svakligheit til viðhvørt. Men hann er nøgdur við úrlsitið, sum næsta ættarlið nú í stóran mun hevur tikið við.
Trý starvsfólk hava arbeitt á hotellinum øll tey 25 árini, síðan latið varð upp. Tær báðar, Joan Jørgensen og Malja Danielsen, hava verið í køkinum, og Anna Maria Hattarstein hevur serverað og staðið í móttøkuni øll hesi árini. Tær vóðru heiðraðar bæði av leiðsluni og av starvsfeløgum hendan dagin.