Móttøka á síðsta starvsdegi

Sigur tú apotekarin, so meinar tú í roynd og veru við Any!

Nøkurlunda soleiðis munnu helst flestu klaksvíkingar umrøða kvinnuna, sum mikudagin í farnu viku  31. mai hevði sín seinasta arbeiðsdag á Norðoya Apoteki, nevniliga apotekarin Any Nielsen.
Hon hevur verið ímyndin av apotekinum í nærum 30 ár. Nú hon hevur valt at steðga í arbeiði sínum, verður øðrvísi at fara til handils á apotekinum.
Any fór til arbeiðis sum vanligt henda morgunin, men á middegi gavst hon í arbeiðinum. Hon fór tá at rigga til móttøkuna í íbúðini, sum liggur í sama bygningi.
Móttøkan byrjaði kl. 15 og her nýttu nógvir klaksvíkingar  bæði vinir og starvsfelagar  og onnur høvið at heilsa uppá Any. Á henda hátt ynsktu starvsfólkini at siga takk fyri mangar góðar løtur aftanfyri diskin, og viðskiftafólkini at takka fyri mangar góðar løtur og góða tænastu frammanfyri diskin.
Enn er eingin settur í starv sum apotekari í Klaksvík, men hetta verður gjørt í heyst. Inntil tá røkir Hjalti Gunnarsstein, apotekari á Eysturoyar Apoteki starvið.