Fólk tóku stak væl ímóti framløguni hjá Sansum og Liquid Minds, og tað fegnast Tór Verland Johansen, ið hevur staðið á odda fyri framløguni sjálvandi um.
- Vit eru sjálvandi væl nøgd um, at fólk eru glað fyri framløguna, tí tá tú ger eitt slíkt brand, sum vit hava lagt fram í dag, so hevur tað stóran týdning at tað verður væl móttikið, serliga av teimum fólkum, sum brandið skal dekka, sigur Tór Verland Johansen.
Uttan eina góða undirtøku fyri brandinum millum fólk í ferðvinnuni, verður trupult at branda Føroyar uttanlands.
- Tí hevur tað alt at siga, at tað verður væl móttikið, sigur Tór Verland Johansen.
Tey flestu høvdu fest seg við, at Føroyar nú skulu brandast sum eitt un, ella ikki-land.
- Tað er eitt hugskot, sum er sprottið úr einari rúgvu av arbeiði, millum annað kanningar, sum vit hava gjørt, eitt nú kanningina, har vit hava spurt yvir 5.000 fólk sum hava verið her, sigur Tór Verland Johansen.
Afturljóðið gav hugskotið til nýggja brandið.
- Ferð eftir ferð hoyrdu við unbelievable, unik, untold og undiscovered, og vit vóru víða í menningini, til ein dag vit komu fram til, hvat við: unspoiled, unexplored, unbelievable, sigur Tór Verland Johansen.
Hann heldur, at júst hetta sigur nógv um, hvat Føroyar hevur at bjóða.
Hava eydnast
Sansir og Liquid Minds vóru í kapping við níggju aðrar fyritøkur.
- Vit mugu so hava verið tey, ið høvdu besta boðið upp á, hvussu Føroyar skulu brandast. Men tá tað er sagt, vóru vit í kapping, ikki bert við aðrar føroyskar fyritøkur, men við stórar altjóða fyritøkur, sum hava brandað nógv lond, og sum eru von at branda býir og annað. Ikki minst tí kunnu vit fegnast um, at tað vóru vit, ið høvdu besta uppskotið, sigur Tór Verland Johansen.
Men tað fylgja stórar ábyrgdir við at skula branda eitt heilt land.
- Avgjørt. Eisini tí hava vit langt ógvuliga stóra orku í hetta arbeiðið, brúkt øgiliga nógva tíð upp á tað og hugsa nógv um tað. Vit hava lagt okkum eftir at gjørt eitt professionelt arbeiði, og eg haldi vit kunnu siga, at vit hava eydnast. Bara hjá Sansi hava mest sum øll verið við, eini 15-16 fólk, sigur Tor Verland Johansen.
Hetta er eitt arbeiði, sum hevur staðið upp á síðani november mánaði í fjør.
- Eisini í sambandi við okkara danska samstarvsfelag hevur tað verið ógvuliga spennandi og lætt, og tá tú hevur so gott toymi og so gott fólk, ber til at røkka hesum úrslitinum, sigur Tór Verland Johansen.
Tað er ein stór ábyrgd, men samstundis eisini ein spennandi uppgáva.
- Men eg má siga tað, at hendan móttøkan í dag, har næstan øll, eg havi heilsað upp á, við tárum í eygunum hava takka fyri gott arbeiði, er tað besta fyri sjálvt brandið eisini, sigur Tór Verland Johansen.