Mítt øki verður dýrari

- Tá eg málbar meg soleiðis í tinginum herfyri, var tað út frá teirri sannroynd, at samgongan tekur undir við teimum batunum á sosiala økinum, sum eg havi arbeitt við nú í næstan eitt ár, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður

Sparingar? Forget it!

Soleiðis málbar Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, seg í tinginum, tá løgmansrøðan var til viðgerðar. Men hesi orðini vóru søgd út frá teirri sannroynd, at samgongan hevði bundið seg til at fermja ávísar ábøtur á sosiala økinum, sum fara at kosta pening á komandi fíggjarlóg.

Talan er um fleiri broytingar, har tann helst kostnaðarmesta er broyting í mótrokningarsposentinum hjá fyritíðarpensjónistum. Hesir hava verið mótroknaðir við 60% av hvørjari forvunnari krónu, við síðuna av pensjónini. Hetta prosentið skal broytast niður í 30, sum fer at merkja, at treytirnar hjá fyritíðarpensjónistum at forvinna sær eitt eyka oyra, verða munandi betri.

Hans Pauli Strøm sigur, at lægsta og meðal fyritíðarpensjónin er ov lítil at kunna liva av, og tí skal lægsta pensjónin hækkast upp á støði, sum meðal pensjónin í dag liggur á. Munurin er áleið 2600 krónur, og hetta skal broytast í tveimum stigum soleiðis, at munurin verður burtur um tvey ár.

Hetta eru broytingar, sum fara at kosta í minsta lagi tíggju milliónir krónur.

Eitt annað øki, har broytingar eisini skului fremjast, er innan endurbúgving (revalidering). Karmar skulu skapast fyri fólki við skerdum førleika at endurvinna sínar arbeiðsmøguleikar. Hans Pauli Strøm sigur, at verða arbeiðsmøguleikarnir skerdir hjá einum fólki, ávirkar inntøkan hjá hjúnarfelagnum møguleikarnar fyri stuðli. Tí inntøkan hjá hjúnarfelaga verður mótroknað stuðlinum, og tað merkir í førum, at stuðulin heilt fellur burtur.

 

Aðrar broytingar

Men samgongan er eisini samd um at fremja aðrar broytingar. Eitt nú skulu umstøðurnar hjá stakum uppihaldarum gerast betri. Hesir skulu fáa eitt ískoyti, sum væntandi fer at kosta átta milliónir tilsamans.

Eisini skal eitt ráðgevandi toymi setast fyri ungar kvinnur, nakað, sum væntandi fer at kosta áleið eina millión krónur.

- Talan verður eisini um at veita ein stuðul á eldraøkinum, eitt slag av endurgjaldi fyri prísvøksturin, sum er, serliga fyri oljuprísin. Talan verður um eina viðbót til pensjónshúski upp á 1200 krónur um árið, sum verður latin í trimum útgjaldum, sigur Hans Pauli Strøm.

Hetta fer at merkja eina meirútreiðslu hjá landskassanum upp á umleið fýra milliónir.

Enn eitt átak, sum verður sett í verk, er ókeypis vaksinatión fyri pensjónistar. Talan er um eina fyribyrgjandi vaksinatión móti krími.

- Hetta er eisini ein táttur í fólkaheilsupolitikkinum. Men allar ábøtur eru samtyktar longu fyri einum ári síðani, og eg havi so arbeitt við hesum málunum, sum nú eru klár at leggja fyri tingið, sigur Hans Pauli Strøm.

Tilsamans fara hesar ábøturnar at kosta landskassanum upp móti 30 milliónum krónum um árið.