Móttikin av eini »modbydelig heks«

Aftaná at hava hugnað sær í Keypmannahavn kemur Egil nú á Saxinge Sanatorium. Hetta er einki serliga hugaligt og hjálp fæst eingin

2. partur

 

Fyrst meira um Doktor Sofus

 

Um aldarskiftið var ein bretskur konsul, Henry Montagu Villiers, í Føroyum. Hann skuldi taka sær av áhugamálum hjá bretskum trolaramonnum her.

Hansara frásøgn um tíðina í Føroyum varð givin út í bók á før­oyskum fyri nøkrum árum síð­ani. Millum annað greiðir hann frá eini vanlukku við einum bretskum trolara, har menn vórðu skoldaðir av einum brotnum damp­røri. Menninir vórðu innlagdir á sjúkrahúsinum í Klaksvík, har Sofus Djurhuus var lækni. Har fingu teir góða viðgerð.

Í eini notu til hesa frásøgn verð­ur franskmaðurin Jean Char­cot endurgivin. Hann var fleiri ferðir í Føroyum við skonnart síni Pourquoi Pas, sum hann gekk burtur við í 1935 undir Íslandi og bert ein maður bjargaðist.

Charcot var eisini í Føroyum um aldarskiftið, og tá skrivar hann um sjúkrahúsið í Klaksvík og læknan har Sofus Djurhuus, pápa Egil:

“Sjúkrahúsið í Klaksvík er í tveimum hæddum og hevur 14 sengur. Har er stór og vøkur skurð­stova. Tørvar okkum at skoyta uppí, at í hesum landi, har alt er reint, eru sjúkrahúsini framúrskarandi vælhildin? Har er baðirúm, brúsirúm, einki vantar.

Vit sóu kynstrið hjá Sofus Djur­huus doktara. Hann himprast ikki at útinna størstu skurðviðgerðir. Bara ein sjúkrarøktari, sum doyvir sjúklingin við kloroformi, hjálpir honum. Djurhuus doktari arbeiðir rætt, tí skurðviðgerðirmar hjá honum eydnast væl.

Men um læknar av góðum grundum eru høgt í metum og nógv virdir, so er lív teirra aft­ur­fyri merkt av skyldum og ofrum. Lækni í Føroyum má hava tokka til starvið hjá sær og kenslu av at gera nyttu. Hann má eisini hava lyndiseyðkenni hjá einum apostli, skal hann halda á í nógv ár í starvi sínum. Sum oftast hava læknarnir hesar eginleikar. Sannleikin er, at hvussu ringt ið veðrið so er, tá ið boð er eftir doktaranum, má hann fara avstað við báti, kaldur og vátur í hvørjum tráð. Er ikki farandi við báti, og tað er helst um veturin, so er at fara um skørð og gjøgnum líðir í mjørka og ruskveðri.

Lítil rætting: Í seinasta parti varð sagt, at konurnar hjá Sofusi kendust. Hetta var ein misskiljing.

Egil kemur á Faksinge Sanatorium

Um dagbókina hjá Egil er at siga, at hana hava vit lænt frá Søren Christiansen í Havn. Hann hevur arvað hana eftir mammu­beiggjan Albert Sørensen, sum var gudsonur Egil. Hetta er eisini eitt áhugavert samband. Albert var sonur Onnu Julinu f. Matras av Viðareiði og Søren Sørensen av Krákusteini í Havn. Har hevur verið sera gott samband, og tí varð Egil biðin til gubba hjá Albert.

Tá ið Egil kom heim aftur, vóru tey eisini millum tey trúgvastu at vitja Egil, og gudsonin tekur hann eisini fleiri ferðir til.

Albert hevði eina áhugaverda søgu undir krígnum, sum vit fara at taka upp seinni í hesi røð. Al­bert og konan vóru barnleys, tí kom Sørin at arva dagbókina. Sørin eigur ein abbason í Gøtu, sum eitur Albert. Eina ferð fer hann við áhuga at lesa hesa frá­søgn um gubban hjá langabba­beiggj­anum, sum hann er uppkallaður eftir!

Fyrsti partur av hesi frásøgn endar við, at Egil tann 2. februar 1917 er ávegis til Faksinge Sanatorium, og hann heldur fram:

Møttur av eini heks

Kl. godt 1 kom vi til Præstø, hvor Vognen fra Sanatoriet stod parat, saaledes at jeg straks kørte til Faxinge Sanatorium.

Det var overmaade koldt. Jeg sad saamænd og rystede hele Tiden, mens vi kørte til Sana­toriet, og det blev ikke en døjt bedre efter, at jeg var kommet ind paa Sanatoriet, thi der var ikke spor bedre end i et Frysehus.

Tilmed var det alt andet end hyggeligt at blive modtaget af en gammel modbydelig Heks. Jeg troede nærmest, at man var kommet ind paa en Militæranstalt.

Hun viste såmænd, hvor Skabet skulde staa, dette gamle modbydelige Apparat “eitt ørt beist.” Jeg blev straks puttet i Seng. Kl. 9 blev der slukket. Jeg laa imidlertid og frøs hele Natten. “Blundaði ikki eina løtu.” Nakað seinni varð hann vaktur av einum nýggjum sjúklingi. “Han begyndte straks at eksaminere mig om alt mellem Himmel og Jord. Men jeg blev selvfølgelig gal i Hovedet og sagde, at jeg vilde sove.”

Egil greiðir gjølla frá lívinum á sanatoriinum. Hann hitti læknan morgunin eftir.

Læknin segði Egili, at hann mátti rokna við at verða innlagdur í 6-7 mánaðir.

Viðgerðin var tann sama, sum vit kenna frá Hoydølum. Tað var at liggja í opnum “hallum” fyri at fáa nógva fríska luft. Men her var ofta sera kalt. Hetta førdi javnan til krím við fepur.

Onkuntíð komu sjónleikarar frá Vordingborg at hava undirhald fyri sjúklingunum. Men her var tað eisini so kalt, at Egil viðhvørt mátti í songina við fepuri dagin eftir.

Tað sæst greitt í dagbókini, at her treivst Egil ikki væl. Hann skrivaði heldur ikki so dúgliga dagbók.

Hann skrivaði tann 3. Februar við yvirskriftini “Faxinge Sana­tori­um.” Næstu ferð skrivaði hann sum yvirskrift “Isslottet, den 26. Februar.”

Mamman kemur á vitjan

Egil skrivaði so ikki aftur fyrr enn 5. Mai, tá ið hann hevði føðingardag. Tá fekk hann vitjan:

“Den 5the Mai fik jeg Frikur, da jeg havde Besøg af Moder. Hun havde imidlertid ikke ret megen Tid tilovers, thi hun kom med 1 toget, men tog afsted igen med 4 toget (men hetta var tó frægari enn einki. Hetta var fyrstu ferð hon vitjaði meg og bleiv eisini síðstu ferð, meðan eg var á sanatoriinum, eg var tó í sjey mánaðir har.”)

Jeg var imidlertid i godt Hum­ør, thi det passede akkurat saa­ledes, at jeg fik Brev hjemme­fra til­ligemed 25 Kroner i fødsels­dags­gave, foruden en stor pakke Konfekt og Telegram, som ganske vist ankom den 6te. Det gjorde dog den samme Virkning.”

Tað kann sigast at vera løgið, at mamman gjørdi so lítið av at vitja, tí hon tyktist at hava verið nógv um hann í Keypmannahavn.

Sjúklingarnir klaga

Tað var stór ónøgd millum sjúk­lingarnar á sanatoriinum. Teir sendu tískil eina langa grein til blaðið Politiken um viðurskiftini, har 110 sjúklingar skrivaðu undir. Egil var ein av teimum.

 

Yvirskriftin var:

Hvad faar Staten for de hundrede tusinder de giver til Nationalforeningen??

Her varð hugsað um tuberkla­felagið, sum rak sanatoriið. Hetta var undir 1. heimsbardaga, tá ið tað eisini var fíggjarkreppa, og tað mátti sparast.

Sjúklingarnir hildu, at hesar sparingar raktu teir alt ov nógv. “Men maaske mangler de Ledende ogsaa Vilje og Energi til at bekæmpe disse Vanskeligheder.”

Serliga varð klagað um matin, sum júst fyri tuberklasjúklingar hevði so stóran týdning. Sjálvt havragreyturin var illa etandi.

Kuldin var eisini ein stórur trupulleiki, sum vist hevði gjørt av við teir vánaligastu sjúklingarnar. Loysnin kundi verið, at staturin beinleiðis yvirtók sanatoriini.

Annars gekk lívið sína gongd. Tá ið Egil var so frægur, var hann uppi. Hann gekk túrar og drakk viðhvørt eina øl saman við onkrum, ið hann kendi. Hann skrivaði bræv heim til abban, fastrina Magda­lenu og pápabeiggjan Johs. Hann skrivaði eisini til Ingeborg Lützen, dóttir Nichels, sum hann tyktist at kenna sera væl. Hann skrivaði somuleiðis til Jógvan Húsgarð. Egil tykist at hava serliga gott samband við Húsgarðfamiljuna í Gøtu, og verður komið aftur til tað. Eisini skrivaði hann til skyldkonuna Sonnu Kjelnæs og til mammuna og ommuna í Keypmannahavn.

Eina ferð skrivaði hann, at “vi havde en lille konsert. Otte Mands Orkester.”

Tað gongur ongan veg

Tann 6. juni varð Egil kannaður av lækna. Hesin kundi bert siga, at sjúkan stóð í stað, gjørdist hvørki betri ella verri. Tað kundi vara bæði stutt og leingi, tað var so ymiskt við tí.

Annars fekst Egil við at telva við sínar medsjúklingar. Hann bæði vann og tapti. Ofta hevði hann pínu í høvdinum og rygginum.

Tann 10. Juni hevði hann lagt seg uttanfyri væl innballaðan og føldi seg væl. Knappliga fór hann at upp at skelva og føldi, at hann hevði nógvan fepur.

“Gik saa lige op paa Sove­stuen i Haab om at træffe Reserve­lægen, da jeg vidste han endnu ikke havde været Stuegang. Selvfølgelig traf jeg Marie paa Gangen, der som sædvanligt gjorde et allerhelvedes Vrøvl om, at jeg turde vove mig op paa 1. Sal ved denne Tid. Jeg nedværdigede hende saamænd ikke et Svar, gik blot roligt ind paa min Stue.”

Læknin kom framvið og segði, at hetta var bert hálskatar. Egil mátti í song í fleiri dagar og fekk illa etið.

Aftur til Keypmannahavn

Tann 26. juni fór Egil til Keyp­mann­havnar, har hann skuldi fáa kanna bandaguna. Hansara gomlu vinir tóku ímóti honum.

Hann skuldi búgva á Vanfør­hjemmet, men hetta dámdi hon­um als ikki. Hann hevði skrivað til mammubeiggjan um at sleppa at búgva hjá honum. Hevði roknað við, at hetta var í lagi, tá ið hann ikki hevði fingið svar. “Men fanin heldur,” sum hann sigur.

“Jeg maatte siden tage ind paa denne modbydelige Anstalt, og jeg blev vist ind i et Værelse, hvor 7 andre Mennesker laa og snorkede, aa, jeg var saamænd ond indvendig og tænkte hvert Øjeblik paa at flygte uden videre. Det var alt andet end hyggeligt, et laast Værelse, Vinduerne lukkede, Gardiner for, ja, jeg troede, at jeg skulde kvæles hvert øjeblik. Ved en Seng stod der nogle Krykker, ved en anden et forlorent Ben o.s.v. i den dur. Jeg lukkede selvfølgelig ikke et Øje i hele Natten.”

Hann ilskast inn á mammu­beiggj­an Chr., sum ikki vildi hýsa hon­um. Dagin eftir er Egil so sam­an við mammuni og ommuni. Hann var annars nakrar dagar í Keypmannahavn, har hann hugn­aði sær við at fara í Tivoli saman við vinum. Hann var eisini hjá tannlækna.

Aftur á Sanatoriið

Men tann 30. juni gekk leiðin aftur á Sanatoriið. Hann var rættu­liga illa fyri aftaná Keyp­manna­havn­ar­túrin. Serliga hevði hann pínu í rygginum og hevði ringt við at standa á beinunum.

Tann 14. juli var útferð hjá sjúk­lingunum. Tey vóru í 14 bilum. Ein bilur við tónleiki koyrdi mitt í fylginum. Farið varð út í skógin, har tey fingu eina sigar hvør og eina Carlsberg. Síðan var gingið runt í skóginum, og so var farið heim aftur í góðum hýri, har eis­ini varð sungið. Komin heim fingu tey fyri eina ferðs skuld góðan nátturða, heitan búff og Carlsberg, samstundis sum tónleikurin spældi í túninum.

Tann 27. juli kom lands­for­mað­­ur­in fyri tuberklafelagið og helt fyrilestur um “Land­ets øko­nomiske Stilling.” Niður­lag­ið var “Sparesystem, Nati­onal­for­en­ing og Sparesystem.” “En for­retn­ingstale fra ende til anden,” sigur Egil um røðuna, sum vardi í tveir tímar.

Tann 31. juli var aðalfundur í Faxinge Santorieforening. Hetta var ein rokfundur. Ein nýggj­ur limur “stod op og lavede ordent­lig brok i den. Han læste op af en Skrivelse, der gik ud paa at vælte bestyrelsen grundet paa en masse usandfærdige Historier.”

Formaðurin vísti øllum hesum aft­ur sum “den rene og skære Løgn”. Formaðurin kravdi so eina álitisváttan frá fundinum, og tað fekk hann. Tann, sum klag­aði, mátti so eisini geva eina umbering. Eftir ein slíkan fund høvdu allir fundarluttakararnir fepur.

Ítrivini vóru eisini at telva og at spæla uppá grammofon, sum tá man hava verið sera forkunnugt, spæla sjónleik og so at skriva brøv, ganga túr og taka myndir.

Tann 16. august skrivaði Egil til Poul Kjelnæs, Margrethe Effersøe, kona Oliver P. Effersøe, Ingeborg Lützen, fastrina Magda­lenu, abban Johan Christian og pápabeiggjan Johs. Tað er týðu­ligt, at tað hevur ligið væl fyri hjá honum at skriva.

Prátað varð sjálvsagt eisini við aðrar sjúklingar. Tann 17. August tosaði hann við ein sjúkling, sum kallaðist Harder. “Det var jo sidste Aften, Harder var her. “Lykkelige menneske”, blot det var mig.” Tað mundu vera mong, sum vóru í somu støðu.

Tann 31. august hevði ein “kan­didat Nyfeldt” fyrilestur um tuberklabasilluna. Fyrilesturin vardi 2 tímar. Aftaná bar til at síggja bakteriuna forstørraða 800 ferðir.

Omman í Keypmannahavn fylti 2. september, so Egil sendir henni eitt langt bræv við myndum av sær, har hann telvaði.

Tann 3. september var rok. “Da Overlægen var Halgang var “Sukkermanden” og “Mikkel Muk” ikke inde i Hallen. Begge havde været i Præstø og kom plakat­fulde hjem. “Sukker­manden” havde givet Forvalteren en blodig Tud. Selvfølgelig blev de begge fyrede og maatte tage af sted med 7 Toget næsten Morgen.”

5. september: Boð um at fara heim

Var til Undersøgelse hos Reservelægen. Han var jo som sædvanlig meget venlig.

“Ja,” sagde han, “desværre maa jeg sige dem, at der ikke har været nogen fremgang denne maaned”. Det staar nærmest stille, men maa jeg ogsaa sige, at der i hvert fald ikke er mindre at høre denne Gang. Siden talte jeg med ham om Rejsen, og han raadede mig absolut til at tage af sted, thi han mente ikke, at jeg egnede mig særlig godt til disse Forhold, som der for Øjeblikket var paa Sanatoriet. Siden talte jeg med Overlægen hen paa Eftermiddagen, og vi blev saa enige om, at jeg skulde tage af sted fra Sanatoriet den 12. September. Derpaa ringede jeg til Moder og fortalte hende Aftalen. Hun var selvfølgelig som sædvanlig misfornøjet og mente, at jeg kunde have ordnet det paa en anden Maade. Men jeg sagde hende blot, at nu skulde det blive saaledes, som vi havde bestemt det.

Egil segði farvæl, fekk resept uppá millum annað opiumsdropar og havragrýn! og fór við toki til Keypmannahavnar. Fleiri av vinunum frá sanatoriinum fylgdu honum til jarnbreytastøðina. Í Keypmannahavn tók mamman ímóti honum.

Hesa ferð kom Egil at gista hjá “Onkel Chr”. Her var tað “ligefrem en Nydelse” at koma í eina nossliga song.

Men hann var illa fyri. Hevði fepur, spýði og føldi seg sera veikan. Men tað var nógv at gera, áðrenn farast skuldi. Hann fór í býin at keypa okkurt, hann skuldi hava heim við, men hann var so ússaligur, at hann mátti fara til eina kiosk at ringja til mammubeiggjan Chr. at koma eftir sær.

Hevði um kvøldið vitjan av Aage Mortensen, og “vit sótu og sjóvaðu eina góða løtu.”

Tann 22. skrivaði Egil til fólk, sum hann kendi á sanatoriinum, og hann ringdi eisini til onnur teirra. Hann fekk vitjan av frk. (Henriettu) Høgnesen og frk. Bærentsen. Egil skuldi fyri tær hava ein hóp av heilsanum við til Føroyar.

Heim aftur til Føroya

Tann 23. september 1917 fór Egil, so veikur hann var, heim við ferðamannaskipi. Fyrst fór hann at siga ommuni farvæl. Hana kom hann ikki síggja aftur og so heim til mammuna, sum lá sjúk av gallsteini.

Vinirnir, sum høvdu verið um Egil, komu við umborð, har tey fingu sær eitt glas av portvíni saman. Umborð var ein hópur av øðrum føroyingum, sum eisini vóru og søgdu kenningum farvæl.

Morgunin eftir verður skipið steðgað av einum týskum kavbáti. Skiparin mátti umborð í kavbátin við sínum pappírum. Men tá ið skiparin hevði sæð hesi, sluppu tey at halda fram.

Komið var skjótt í rull, men Egil liggur í koyggjuni við fepri og lesur Maanedsmagasinet. Hann tekur aspirinpulvur og svav tí væl.

Dagin eftir er veðrið eitt sind­ur betri. Egil er uppi og etur morgun­mat.

Teir koma so fram til Havnar tann 27. September.

“Det var slemt Vejr i Thorshavn. Peter Mortensen og jeg tog i Land med Postbaaden. Det øs­regn­ede. Da jeg kom paa Land var jeg Dødtræt, nær ved at segne, hilste paa flere, men var dog selv helt Aandsfraværende. Faster, Johs, Sanna Kjælnes og Ingeborg Lützen tog imod mig.

Komin heim heilsaði hann abb­an­um, tann gamla Faktorin. “Ja, han var meget forandret i det Aar, jeg havde været borte.”

Búði á Apotekinum

Í Havn búði Egil á Apotekinum í Nólsoyarstovu saman við abbanum Johan Christian, fastrini Magdalenu og pápabeiggjanum Johs., sum var apotekari.

Vit hava fyrr havt grein um Johs í røðini Hendur ið Sleptu, men her skal skoytast uppí ein lýsing av honum, sum Eiden Müller skrivaði í sínum endurminningum “Minnislýsingar” um jólini, sum hann minnist tey sum barn:

“Tá var avmarkað, hvat ið fekst av tinganesti. Men ein serstakan dám setti gamli apotekarin Johs. Djurhuus á høgtíðina. Hann var ein gamal vinur av húsinum, og gamal drongur sum hann var, kom hann altíð til okkara at halda jól sjálvan jólaaftan aft­aná kirkjutíð alt tað, sum eg kann minnast. Á apotekinum við ósan hevði hann umframt van­ligar apoteksvørur eisini sjuku­látu og bomm, og altíð hevði hann pakkar við góðgæti við til okkum beiggjarnar. Johs var barnavinur burturav, og manga løtuna sótu vit smádreingir allar ársins tíðir í stovu hansara, har hann borðeiddi við øllum góðum, meðan hann spældi við okkum, sjálvur sum eitt barn við reinum og opnum sinni. Hann var eitt menniskja, øll mundu vera góð við, og eg gloymi hann ongantíð.

2. jóladag var hann so leingi, sum hann orkaði, og komin um tey 70, traditionellur jólamaður í Havnar Klubba við hvørja jóla­træs­veitlsu. Hann var loraður í einum togi niður av loftinum gjøgnum eina lúku, og frøin var stór á børnunum, tá ið Johs við posanum og øllum gávunum kom niður á gólvið og fór at býta út pakkarnar. Stórt jólatræ var eisini, sum dansað varð um. Føroyskir og danskir jólasálmar og jólasangir vórðu sungnir av glað­um barnarøddum og borðreitt varð, áðrenn vit fóru heim við sjokulátu og køkum. Eg hugsi næstan, at Johs mundi halda á til stutt fyri sín deyðadag fyrst í 30-unum.

Nógvar vitjanir

Egil greiðir gjølla frá teimum vitjanum hann hevði, eftir at hann var komin heim. Tey komu eisini í ymiskum ørindum. Ein tann fyrsta var av kona Petur í Mattalág, sum vildi hava tíðindi frá dóttrini Helgu, sum hevði búð niðri, men Egil hevði ikki hitt hana í Danmark.

Somu ørindi hevði Hanne í Kina at vita, um Egil hevði sæð Hallu, sum man hava verið ein dóttir. Tað hevði hann ikki gjørt. Kanska hava tey ikki ímyndað sær, hvussu stórt Danmark var í mun til Føroyar.

Egil hevði 7. oktober vitjan av ommu Lüt og abbanum, sum Johs mátti hjálpa upp gjøgnum trappurnar, ja, hann mátti nærum bera hann.

Ein, sum ofta vitjaði, var “omma Lüt.” Roknað er við, at hetta er onkur “omma” av Lützenfólkinum, sum tey hjá Faktorinum høvdu so nógv samband við. Men tað er ikki eydnast at finna nakran, sum sam­svarar við hennara føð­ingardag 6. mai. Gitt er, at hetta kann hava verið einkjan eftir Nichels, Sigrid Maria, sum kann hava verið í Havn at vera hjá onkrum av børnunum. Um nakar veit meira um hetta, vilja vit fegin frætta.

Egil hevði sama dag eisini vitj­an av Katrinu hjá Kjalnes Petur. Hetta er Katrina Christi­ansen, sum í síni tíð hevði handilin við sama navni í Bringsnagøtu. Her var eisini vinskapur, hóast tað var heilt fitt av aldursmuni millum tey.

Katrina Christiansen, dóttir Biritu og Kjalnes Petur, yvirtók handilin í 1927 og rak hann, til hon doyði í 1950. Síðani yvirtók sonurin, Haldor Christiansen handilin, sum hann rak til fyri fáum árum síðani.

Tað vóru fleiri ung, sum hildu saman um hesa tíðina. Á mynd í blaðnum í dag sæst Egil saman við Katrinu, Hedvig Restorff og Nancy Svendsen, sum heldur ikki fekk langt lív. Hon doyði eins og Egil í 1919, og fara vit at umrøða hana í røðini Hendur ið Sleptu. Tey standa lið um lið í kirkjugarðsprotokollini.

Í sambandi við arbeiðið við ta greinina er komið fram á eina lítið “trekk” um Katrinu.

Tann 7. Januar 1922 fekk Sigrid f. Svendsen gift við Vilhelm Niel­sen eitt hefti við nótum frá Katrinu.

Við hesi gávu var eitt visitkort, har tað var prentað Katrine Petersen, Thorshavn, Færøerne.

Hetta var so prentað, áðrenn Katrina varð gift, og tað er í sær sjálvum nokk so pussugt, at ein ung genta tá í tíðini fær sær visitkort. Men hon giftist so við Viggo Christiansen, og hevði tá við penni sett f. (fødd) frammanfyri Petersen og hevur skrivað Christiansen omanfyri.

Aftanfyri hevði Katrina so skrivað hetta fitta versið:

 

Din første Fødselsdag som Moder

Jeg give dig vil disse Noder

Og ønske af Hjerte din Datter lil

Ofte maa høre dit søde Spil

Tillykke

 

Tað kann vera nevnt, at Katrina var systir Wensil Petersen, sum var giftur við Sofíu, systir Sigrid.

Um kvøldið kom Poul Kjelnæs. Hann kom ofta á vitjan. Poul var systkinabarn Sofus, pápa Egil. Poul var ein vælumtóktur bakari. Tá ið hann doyði, skrivaði Georg Lindenskov Samuelsen um hann:

“Som Menneske gik Afdøde stille og fordringsløs blandt os. Hans venlige Væsen lyste stil­færdigt op i Smil, naar man mødte ham, og han mestr­ede med Uforlignelighed Opmuntr­ing­ens Kunst, naar det krævedes blandt Vennekredsen.”

Egil hevði tann 9. oktober vitj­an av Joen Kjølbro og Mourits Vinther úr Klaksvík.

Kjølbro var kendur við ættina. Hann var føddur í 1887. Hann kom í Bechs handil í 1903 og hevði tískil arbeitt saman við Faktorinum í eini fimm ár. Hann var í virkinum fram til 1912. Frá 1912 til 1915 var hann fyri­støðumaður fyri úthandilin á Biskupstøð, har Karen Jacobsen, sum hann giftist við, hevði verið fyristøðukvinna undan honum. Í 1915 stovnaði hann sín egna handil, sum var byrjanin til størstu fyritøku, sum hevur verið í Føroyum.

Mourits Winther var føddur í 1869. Hann var ættaður av Sandi og giftist við Sonnu, sum var dóttir Nichels Lützen. Hann kom at reka Jørgen Bech og Sønner víðari, og kom tað framvegis at vera størsta virki í Norðoyggjum upp til 1920-ini.

Tann 10. hevði Egil vitjan av Absalon presti. “Han var den samme Absalon, som han altid havde været.”

Abalonprestur vitjaði eisini

Absalon Joensen var eisini ein serligur persónur. Hann var veruliga meira kendur fyri nógv annað enn sítt prestayrki. Hann fór pílagrímsferð til Jerusalem, sum hann eisini skrivaði bók um. Annars var hann slóðbrótari innan svimjing í Føroyum. Eisini var hann slóðbrótari innan frá­halds­ar­beiðið. Hann var eisini kendur fyri sínar myndatøkur. Ikki minst av fiskimonnum yviri í Íslandi, tá hann var sjómansprestur har yviri.

Absalon var eisini kendur fyri sítt hjálpsemi. Han vitjaði javnan Egil.

Tann 11. hevði Egil vitjan av Hedvig Restorff, sum var gift við Nyholm Debes. Tann 12. Fær hann vitjan av læknanum Dr. Hansen, og hann helt Egil hava ov lítið av magasýru.

Egil varð vigaður 13.10, og vigaði hann tá bert 93 pund. Hann hevði tapt seg nógv, síðan hann fór av sanatoriinum í Danmark. Tá hann kom hagar, vigaði hann kortini 100 pund.

Tann 17. kom Beskytteren frá Keypmannahavn, og Egil fekk nøkur orð frá mammubeiggjanum, sum hevði skrivað fyri mammuna, sum enn lá sjúk.

Hevði tann 18. vitjan av sínum gudsoninum Albert hjá Søreni. “Hann var ógvuliga fittur at tosa við.”

Aðrir, sum vitjaðu, vóru Johan í Grótinum og “snedker Mørkøre”, m.a. pápi Onnu Askham, sum gjørdist 104 ár. Tá ið nakað skuldi gerast vóru boð send eftir honum. Hetta var ikki minst, tá ið bandagan skuldi spennast.

Súsanna, mostir Onnu, helt hús hjá Josh, og tað er eisini ofta, at hon verður nevnd í dagbókini. Hon var eitt álitisfólk, og hon skipaði fyri búgnum, tá ið Josh doyði í 30-unun.

Í samrøðu, sum FF-blaðið hevði við Onnu Askham í 2003 greiddi hon frá, at beiggi Súsannu, Niclas, var kallaður petroleumskongurin, tí hann seldi petroleum og olju í Føroya fyrstu oljuhavn á Langasandi í Kollafirði.

Hann var ein tann fyrsti før­oy­ing­ur, sum hevur verið uppi á Rockall. Hetta var í 1886 við Delfinuni.

Annars fekst Egil framvegis nógv við telva við tey, sum komu inn á gólvið.

Ein, sum ofta kom inn á gólvið, var Jacob Kjelnæs, sum var kom­in aftur til Havnar eftir at hava arbeitt hjá T.F. Thomsen í 43 ár, har hann varð roknaður at vera ein framúr alitismaður.

15. November

Vánaligur ársdagur

I Dag er det lige et Aar siden, jeg rejste til Kjøbenhavn i Haab om at blive helt rask, men hvem der endnu er meget sløj og er nødt til at ligge paa Ryggen i Sengen, det er mig. “Tað er alt annað enn stuttligt”.

Regnen den styrtede ned hele Dagen igennem. Befandt mig nogenlunde. Ved kl. 6 Tiden hjalp Johs mig med at klæde mig lidt paa. Siden var jeg nede i Stuen et par Timers Tid. Spillede et parti Skak med Johs, som han selvfølgelig vant.

Prøvede at spise Aftensmaden, men kastede den op igen. Dog havde jeg kun 37,3 i Feber, da jeg kom i Seng igen. Lagde mig til Ro kl. 9.