Lemmatrolararnir, sum hava verið vestanfyri Mykines, hava havt rokfiskarí herfyri.
Men tíverri fyri teir, var so nógvur toskur uppi í, at teir vóru noyddir at rýma.
Bæði Jósup Henriksen, skipari á Vesturskin, og Sigurd Simonsen, reiðari á Boðasteini, siga, at fiskiskapurin var so góður, sum teir sjálvdan minnast hann áður.
Skiparin á Vesturskini sigur, at teir hava fingið heilt upp í 400 kassar í hálinum.
Tað mesta av tí var upsi, men tað var eisini so nógvur toskur uppi í, at tað var onki annað at gera, uttan at rýma.
Tað sama hava teir flestu av hinum lemmatrolarunum, sum vóru á leiðini, eisini verið noyddir til at gjørt.
Lemmatrolararnir kunnu nú bara fiska 50 tons av toski og 50 tons av hýsu hvørt hálvár.
Áður kundu teir fiskað 100 tons av hvørjum hvørt hálvár, men hetta hálvaárið frá mars til september í ár, var hjáveiðikvotan skerd 50% í einum høggi.
Og tað ger, at tað er skjótt at teir koma skjótt í trupulleikar.
Eitt nú fekk Boðasteinur 25 tons av toski upp á fimm dagar vestanfyri Mykines herfyri.
Teir máttu so bara rýma, tí teir høvdu fiskað 25 tons av toski frammanundan.
?Sostatt bar heldur ikki til hjá teimum at fiska tann upsan, sum teir hava loyvi at fiska.
Síðani hava teir reikað runt, áðrenn teir nú komu inn at avreiða tey 100 tonsini, teir høvdu í lastini.
Teir, sum vara av lemmatrolarunum, siga, at var hjáveiðiprosentið óbroytt, hevði tað borið til at sloppið eftir upsanum, sum teir hava loyvi at fiska.
Teir siga, at fyrr fingu lemmatrolararnir íløgustuðul.
Tá kundu teir hava 8% í hjáveiði av toski og hýsu, annars kundu teir fiska frítt.
Men hjáveiðiprosentið varð uppfatað sum ein stór forðing, tí tað var mangan, at teir ikki fingu fiska upsan fyri toski og hýsu, sum var uppi í.
Men politiska ynski var, at íløgustuðulin skuldi takast av, og tað var hann eisini. Samstundis fullu prosentini burtur.
Afturfyri skuldu lemmatrolararnir so fáa eina hjákvotu av toski og hýsu, sum nøkunlunda skuldi svara til tann mista íløgustuðulin. Úrslitið var, at lemmatrolararnir fingu eina hjáveiðikvotu upp á 200 tons av toski og 200 tons av hýsu, ella 400 tons tilsamans.
Kvotan skuldi ásetast fyri hvørt hálvár ísenn, so at bátarnir kundu fiska 100 tons av toski og 100 tons av hýsu um hvørt hálvár.Eftir avreiðingarprísunum, sum tá vóru galdandi, hevði avreiðingarvirðið av teimum 400 tonsunum so dánt svara til íløgustuðulin og tað var eisini politiska ætlanin við hjáveiðikvotuni.
? Men nú hava vit longu mist helvtina av hjáveiðikvotuni aftur, nú er hon bara 100 tons av toski og 100 tons av hýsu um árið, ella 50 tons av hvørjum um hálvárið.
?Sostatt hava vit nú hvørki íløgustuðul ella nakað serligt av hjáveiðikvotu siga teir, sum vara av lemmatrolarunum.
Sostatt staðfesta teir, sum eiga lemmatrolararnar, at teir eru blivnir alsamt meiri og meiri skerdir hesi seinastu árini.