Móðurmál – tað mál sum ein hevur lært sum barn og er alin upp við

Regin Eikhólm
-----

Av føringum eru tað mest suðringar sum ósmædnir tora og duga at tosa sítt óspilta musikalska móðurmál, og tað gevur úrslit.

Móðurmál – tað mál sum ein hevur lært sum barn og er alin upp við. Henda definitiónin av móðurmálinum er at finna á síðu 788 í Føroysku Orðabókini, fyrra bind Føroya Fróðskaparfelag 1998. Móðurmálið er tað fyrsta vit læra, og tað sísta vit gloyma. Móðurmálið er eisini tað vit hava lættast við at tosa, tí tað er natúrliga íbúgvandi í okkum og harvið ein partur av okkara samleika..

Móðurmálið - sálarinnar spegil
Nógv tann størsti bólkurin av føringum, ið dugir og torir at tosa sítt móðurmál, eru suðringar. Hetta at tora at líta á sítt egna móðurmál ger at reflektiónin millum tanka og talu verður tann best hugsandi, tí móðurmálið - sálarinnar spegil – er íbúgvandi móðurmálslinginum og tí sum skræddaraseymað til teir nýggju kviku fjøllmiðlarnar, sum í tíðarkravi ikki altíð loyva, at vit tosa eitt politiskt eftirgjørt pseudoføriskt, tí tað krevur manuskript, um aktørurin í eini knappari vending ikki skal gerast málleysur.

Hvat hevur so hetta móðurmáls trúfesti gagna suðringum? Jú, hóast suðringar bert útgera 15% av herbúgvandi føringum, so er annahvørt landsstýrisfólk suðringur umframt eisini løgtingsformaðurin. Hyggja vit eisini eftir hvør ið myndar leiðsluna í fleiri av okkara landsdekkandi fyritøkum ella feløgum, so eru suðringar - hóast fáir - mangan sjónligari enn norðanfólkið. Dømini eru mong. Eik banki, Føroya Handilsskúli, Vinnuhúsið, Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Reiðarafelag, Landssjúkrahúsið, Strandfaraskip Landssins, Heilsufrøðisliga Starvstovan, v.fl. Umframt at teir førandi skemtararnir her á landi í mannaminni hava verið suðringar.

Man kann so spyrja hví so er? Tann sum fylgir við í debattini sær skjótt, at ein suðringur hevur ikki fyri neyðini at rætta seg sjálvan tá hann tosar. Tað hann sigur, er ekvivalent við tað hann meinar. Íbúgvandi móðurmálsacceptin hjá honum ger, at hann ikki er fjøtraður av fremmandagerandi referansu rammuni hjá pseudoføriskum, men frælst torir at orða sína tankar og sítt hugflog á egnum móðurmáli her og nú. Hetta er tann ítøkiligi fyrimunurin við at hava eitt móðurmál og tora at brúka tað.

Móðurmálið kontra pseudoføriskt
Í Førjum annars er móðurmálið í harðari kapping við tað pseudoføriska ella tað eftirgjørda professorala setursmálið, sum serliga hesi seinastu 40 – 50 árini hevur verið roknað sum meiri politiskt korrekt enn okkara móðurmál og stýrt við harðari hond. Fylgirnar hava verið, at móðurmálið hevur verið fyri vanbýti, happað og lúkað burturúr samstundis sum alsamt fleiri og fleiri íslendsk orð vinna hevd í føriskum. Ella sum ein tók til: Ein málslig kolonialisering. Hetta fremmandager føringin fyri sínum egna máli, og umboðini fyri tað pseudoføriska málið hava hesi seinastu 40 – 50 árini tikið sær einarætt yvir mest øllum, ið alment hevur við føriskt mál at gera.

Vit høvdu okkara helikoptara og íslendarar sína Þyrlu, men vit skuldu partú hava tað íslendska orðið, tí tað var stytri og snøggari. Nærliggjandi er at hugsa, hví ikki gera tað sama við nøvnini eisini? Eitt nú kundi navnið, Jóhan Hendrik Winther Poulsen, fingið íslendska formin: Jón Sigurðsson. Navnið er bæði stytri og snøggari, og so sleppa vit undan at brúka “fremmanda” bókstavin W umframt nøvn við donskum eftirsmakki. Bert fyri at nevna eitt út av hundrað- ella túsundtals dømum

Hetta fær ein at hugsa um danska filosoffin Piet Hein, tá hann sigur: Den som låner vid og sjæl fra anden, forskriver sig til fanden, thi den der ikke er sig selv, er heller ingen anden.

Tvímálsstøða
Vit føringar duga bæði føriskt og danskt, t.v.s. vit hava eitt slag av tvímálsstøðu ella diglossia í Førjum. Kanningar vísa, at børn, sum læra tvey mál samstundis, eru – alt annað líka - bæði málsliga og mentalt betur fyri enn tey børn, ið bert læra eitt mál. Hetta samsvarar ikki við at danskt er skaðiligt, og verður tí takt burtur. Takkað veri okkara holla kunnleika til danskt so verður norskt og svenskt eisini okkara heimamál. Ein svenskari, norðmaður ella danskari kann halda fyrilestur fyri føringum á sínum egna máli uttan trupulleika, men ein íslendari kann ikki gera tað sama, tí vit skilja hann ikki. Okkara móðurmálsbasis hevur í øldir verið ein integreraður partur av tí europeiska mentunararvinum við skandinavia sum bindilið. Haðani hava vit eisini fingið tær fyri móðurmálið so gevandi intellektualiserðu interaktiónirnar bæði fakliga, listarliga og átrúnarliga. Og sjálvandi skal hetta samskiftið endurspeglast í sjálvum málinum, sum vit samskifta á.

Samskiftið ella interaktiónin við Ísland hevur hinvegin verið av meiri praktiskum karakteri og kann tí als ikki sammetast við europeiska bulin, sum vit eru ein grein av. Professorala royndin at kolonialisera Førjar við íslendskum orðum er dømd til at miseydnast, tí okkara móðurmálsbasis hevur eina aldargamla intellektualiserða europeiska traditión, sum ikki er nakað hissini smokkuleggja fyribrigdi.
Tekin frá nýggju málnevndini eru um, at puristiski facit listin fyri føriskt mál er útskiftir, og at móðurmálið í alt størri mun nú verður góðtikið sum føriskt mál, og harvið skuldi happingin móti móðurmálinum og føriska samleikanum kunna steðgað.

Eitt komandi málráð eigur at hava sum sítt fremsta mál at legalisera móðurmálið, so móðurmálið verður kjarnan ella basis í tí føroyska málinum – bæði í skrivt og talu.