Maður Timosjenko friðskjól í Kekkia

Oleksander Timosjenko, sum er giftur við fyrrverandi ukrainska forsætisráðharranum Julia Timosjenko hevur fingið friðskjól í Kekkia. Julia varð herfyri dømd sjey ára fongsul fyri valdsmisnýtslu.

Talsmaðurin hjá kekkiska innanríkisráðnum, Pavel Novak, váttar, at Oleksander Timosjenko hevur søkt um friðskjól, og at hann hevur fingið játtandi svar. Sum skilst kom umsóknin í desember.

ES hevur funnist hvassliga at rættarmálinum ímóti Julia Timosjenko. Samveldið vil vera við, at talan er um politiska forfylging, sum forsetin, Viktor Janukovitj, stendur á odda fyri.

Julia Timosjenko var millum teirra, sum gingu undan í kollveltingini í Ukraina í 2004.