Hóast hann noktar at nevna uppstillingina, í EM-undankappingar lagnudystinum móti Kroatum, fyri almenninginum, verður tað væntað at McLaren fer at geva unga Scott Carson møguleikan, framum Paul Robinson, sum enskur málverji.
Fyrsti dysturin í Wien
Carson, sum í løtuni er lántur út til Aston Villa frá Liverpool, fekk sín fyrsta landsdyst í vikuskiftinum, tá Ongland spældi vinardyst móti einum av vertunum í komandi EM-endaspælinum, Eysturríki. Dysturin varð spældur í Wien, og vann Ongland hendan dyst 0-1.
Meðan tann 22-ára gamli helt málið reint, var hann ikki settur á teir størstu prøvarnar, frá einum miðalliði, í skapi av Eysturríki. Og kenslan tóktist vera at Paul Robinson ivaleyst fór at fáa kjansin aftur millum stengurnar, tá týdningarmikli lagnudysturin verður móti Kroatia. Dysturin, ið kann tryggja at Ongland sleppur við til endaspælið í summar.
Men, nú bender alt á at Carson fer at fáa møguleikan frammanfyri Robinson.
Væntandi stuðul
At McLaren ikki stuðlaði Robinson var sjónligt í upptaktini til týdningarmikla síðsta dystin hjá liðnum í bólki E í undankappingini. Robinson hevur eisini havt nakrar dystir, har hann hevur svikið á fúlasta hátt, við einum mistaki fyri og øðrum eftir.
Veteranurin David James er eisini í enska hópinum, men tað tykist at vera ungi Scott Carson, ið hevur vunnið sær plássið sum fyrstaval av málverjunum.
Sjálvt um Whitehaven-føddi spælarin hevur umboðað Liverpool í Champions League móti Juventus, helt málið reint í sínum fyrsta dysti fyri Leeds, sum tannáringur, á Old Trafford og var partur av Charlton hópinum, ið síðsta ár kempaðu uttan eydnu fyri niðurflyting, so fer dysturin í kvøld at vera so nógv tann hægst profileraði og intensi dysturin í stutta yrkislívinum hjá Carson.
Beckham ivasamur
Umframt at McClaren sær ein uppsagnarseðil hanga alt tættari at sær, um Ongland ikki megna at náa EM-endaspælinum, hevur hann eftir øllum sólarmerkingum at døma, valt ikki at geva Beckham pláss millum fyrstu ellivu.
Í staðin eru ábendingar um at Shaun Wright-Phillips framhaldandi fer at hava kjans í høgra borði, har hann hevur útmerka seg, síðan David Beckham varð skaddur í fótliðinum í august mánað.
Fyri at fáa eina “treble” sær tað út til at Gareth Barry hjá Aston Villa fer at fáa møguleikan frammanfyri Owen Hargreaves hjá Manchester United. Gareth hevur spælt sera væl og støðugt, og fer væntandi at vera partur av einari fimm mans uppstilling á miðvøllinum. Hansara uppgáva verður at rudda upp og sum heild at vera eitt vet aftanfyri hinar á miðjuni.
Tað var meint at Owen Hargreaves fór at glíða inn á liðið aftur, eftir at hann varð endurinnkallaður frá Manchester United, fyrr í vikuni.
Men Barry – enn ein støðugur leikari gjøgnum hampuligu gongdina hjá Onglandi í September og oktober programminum, fyri uttan 10-minutt katastrofuna í Russlandi – tykist at hava prógvað nóg mikið fyri McLaren, so at hann velur at hava alit á sær.
Liðið kunngjørt týsdagin
McClaren fortaldi spælarum sínum um uppstillingina longu týsdagin, men hann valid ikki at almannakunngerða endaligu uppstillingina.
- Eg kenni mitt lið, og tað havi eg gjørt síðan vikuskiftið, men eg fari ikki at fortelja nakað, og ei heldur at geva nakrar ábendingar, segði Steve McLaren fyri BBC-5-Live. McClaren fer at bjóða John Terry við inn í skiftingarrúmið, fyri at fáa lagið á spælarunum upp í eina hægri eind.
Teir burturstaddu stuðla
Saman við Wayne Rooney, Rio Ferdinand og Michael Owen, fer John Terry at vera uttanfyri, hóast hann vandi við í hópinum týsmorgunin.
Men McLaren er av teirru áskoðan, at nærveran av leikarunum, ið hava havt ein so stóran lut í undankappingini, fer at gera munin.
- Tað hevur verið ein long ferð, og hon hevur verið hørð. Vit byrjaðu saman, og vit enda saman, og tí fara Terry, Ferdinand, Owen og Rooney at vera saman við okkum í kvøld, sigur dámligi landsliðsvenjarin, Steve McLaren.
Mundið rokið ofta
Oftani hevur hann staðið fyri skotum, og løtur mugu hava verið, har McLaren sjálvur ikki kann hava hugsað, at hann skuldi náa so langt. Hetta er seytjandi dysturin, við honum við stýrisvøðlin.
Í Kroatia, móti Andorra og so seint sum í síðsta mánað í Russlandi, man hann hava hingið í einum nærum ósjónligum tráði.
Tó, onkursvegna hava McLaren og lið hansara megnað at komið ígjøgnum og hava yvirlivað. Nú kann hann so føla ein uppbyggjandi positivan anga kring seg, nú teir sjálvir megna at avgera sína lagnu.
- Allir landsliðsvenjarar, og serliga tann enski, mugu vænta at fáa ábreiðslur ávegis, tað er ein partur av spælinum, sigur McLaren, og leggur afturat, at meðan hann hevur ferðast aftur og fram í landinum, hevur hann møtt nógvum positivum fólki, ið hava ynskt honum góðan byr. Eisini hava fólk innan yrkið víst sín stuðul, og tað er tað era v størstum týdningi fyri meg.
- Meiningarnar, ið eg virðismeti, eru frá fólki, ið hava verið í slíkum støðum og roynt hetta. Tey, ið kenna meg, tey, ið hava trinið innum hvítu linjuna, og vita hvussu tað følist, tey sum vita hvat krevst, fyri at standa við ábyrgd á hesum støði.