Teir uttan iva mongu, sum hava droymt um at fáa svensku prinsessuna Madeleine, kunnu nú fara at leita eftir onkrari aðrari, tí í morgun kunngjørdi kongshúsið í Stockholm, at Madeleine er vorðin trúlovað løgfrøðinginum Jonas Bergström. Tey bæði hava hildið saman í sjey ár.
Í tíðindaskrivi frá kongshúsinum stendur, at Carl Gustav kongur hevur góðkent, at tann 27 ára gamla prinsessa verður trúlovað tí 30 ára gamla løgfrøðinginum, og at stjórnin hevur staðfest avgerð kongs.
Hetta er annað trúlovilsi í svenska kongshúsinum í ár. Í februar varð Victoria, krúnprinsessa, trúlovað unnusta sínum Daniel Westling. Brúdleypið verður næsta summar.