Madonna skal framføra í Super Bowl

53 ára gamla amerikanska songkvinnan, Madonna, fær heiðurin av at standa fyri hálvleiksundirhaldinum, tá finalan í amerikanskum fótbólti í USA, Super Bowl, verður spæld 5. februar komandi ár. Hetta kunngjørdu NBC og National Football League, í samband við dystinum sunnudagin, ið var ímillum Detroit Lions og New Orleans Saint. Tað skrivar Hollywood Reporter.

 

Sjálvt fyri eina heimstjørnu sum Madonna, er hetta ein sera stór hending. Fyrr í ár vóru 162 milliónir sjónvarpshyggjarar bara í USA, sum hugdu eftir hálvleiksundirhaldinum. Harafturat vóru nógvar aðrar milliónir av hyggjarum runt um allan heimin, ið hugdu.

 

Gjøgnum tíðina hava nógvir kendir bólkar spælt í hálvleikinum í Super Bowl. M.a. kunnu Black Eyed Peas, Rolling Stones, U2 og Bruce Springsteen nevnast.

 

Í løtuni er Madonna í ferð við at gera eina nýggja fløgu, ið væntandi kemur út onkuntíð í 2012.

 

Ársins finala í amerikanskum fótbólti verður á ,,Lucas Oil Stadium” í Indianapolis. Madonna fer at arbeiða saman við koreografinum, Jamie King, fyri at skapa eina ógloymandi uppliving fyri allar áskoðararnar.

 

Skrivað hevur: Neli Heldarsskarð